Týska løgreglan steðgaði leygarkvøldið spælarabussinum hjá Hamburger SV. Bussførarin hevði ikki koyrt ov skjótt, men løgreglan vildi hava ein autograf. Eftir 0-0 dystin móti Hoffenheim settu spælararnir hjá Hamburger SV seg í spælarabussin at koyra teir 50 kilometrarnar frá Sindsheim, har vøllurin hjá Hoffenheim liggur, til eitt hotel i Mannheim.
Men á vegnum varð bussurin steðgaður av løgregluni, og kroatiski stjørnuleikarin Mladen Petric varð róptur fram í bussin.
- Teir fóru at flenna og eg hugsaði, at teir spældu hund við meg, so eg varð sitandi, sigur Mladen Petric við Hamburger Morgenpost.
Men tá løgreglumenninir týðiliga meintu tað, fór Petric fram í bussin og eisini út, og bilsin var hann, tá ein løgreglukvinna segði seg vera ein stóran fjeppara og bað um ein autograf. Og tað fekk hon saman við einari mynd av teimum báðum eisini.
- Tað var nakað heilt serligt og kom rættiliga óvart á, sigur Mladen Petric um løgnu hendingina.
Tað var talsmaðurin hjá Hamburger SV, Jörg Wolf, sum avdúkaði hendingina á Twitter-profilinum hjá HSV og legði myndir við av týsku løgreglukvinnuni, sum fekk sítt lívs upplivilsi, skrivar Tipsbladet.










