Zakarias Wang
???????????????
Í løgtingstíðindum fyri 1950 stendur á síðu 79:
1950, 7. desember, stóð løgmansval.
Valið fór fram eftir gr. 33 í tingskipanini.
Fyrra umfar gav hetta úrslit:
Thorstein Petersen 8 atkvøður,
A. Samuelsen 7 atkvøður,
Hans J. Jacobsen 6 atkvøður,
Hanus við Høgadalsá 2 atkvøður.
2 atkvøður vóru blankar.
Seinra umfar gav hetta úrslit:
Kr. Djurhuus 13 atkvøður,
Hans J. Jacobsen 8 atkvøður,
Hanus við Høgadalsá 2 atkvøður.
2 atkvøður vóru blankar.
So statt var Kristian Djurhuus, landsstýrismaður, Tvøroyri, valdur løgmaður.
Tá vóru 25 løgtingsmenn, og fyri at løgmaður skuldi vera valdur í øðrum umfari var tí neyðugt við 1 atkvøðum, og tað var júst tað, Kristian Djurhuus fekk.
Atkvøðugreiðslan fór fram við seðlum, og tí vita vit ikki við vissu, hvussu tingmenn hava atkvøtt, men eftir tí, sum sagt var aftaná, bendir alt á, at Kristian í seinra umfari fekk allar atkvøðurnar hjá Fólkaflokkinum, t.e. allir teir 8, sum í fyrra umfari greiddu atkvøðu fyri Tórsteini. Harumframt fekk hann 5, akkurát nóg mikið til meiriluta, og hetta vóru fimm av teimum sjey sambandsmonnunum, sum í fyrra umfari vóru samdir um at greiða atkvøðu fyri sitandi løgmanni Andrassi. Teir tveir sambandsmenninir, sum ikki vóru samdir í at velja Kristian til løgmann, vóru Trygvi Samuelsen, sonur Andrass, og Hanus í Kollinum í Kvívík. Teir lótu inn blankan seðil.
Hanus við Høgadalsá fekk tær tvær atkvøðurnar hjá Tjóðveldisflokkinum, sína egnu og ta hjá D. P. Danielsen.
Men hvør er Hans J. Jacobsen?
Hann er betri kendur undir navninum Heðin Brú. Hann var limur í Javnaðarflokkinum, men hevði ikki verið uppi í politikki.
Javnaðarflokkurin heitti á hann um at gerast løgmansevni, og er eingin lóglig forðing fyri at ein, sum ikki er løgtingsmaður, fær starv í landsstýrinum. Tað sum formaður Javnaðarfloksins P. M. Dam ætlaði, var at fáa undirtøku frá teimum tveimum sjálvstýrismonnunum fyri H. J. Jacobsen í øðrum umfari. Tí fekk H. J. Jacobsen 6 atkvøður í fyrra umfari. Her var allur Javnaðarflokkurin samdur. Sjálvstýrismenninir atkvøddu blankt. Hevði einasta broytingin frá fyrra til seinra umfar verið at sjálvstýrismenninir fóru í part við javnaðarmonnunum, so skuldi í triðja umfari verið bundið val millum tey tvey valevnini, sum í øðrum umfari høvdu flestar atkvøður, og tey høvdu verið Tórstein og Hans Jakku í Stovuni. Høvdu tjóðveldismenn og sambandsmenn í triðja umfari atkvøtt blankt, so hevði Føroya næsti løgmaður verið valdur við lutakasti.
Men beint áðrenn seinru atkvøðugreiðsluna høvdu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin gjørt avtalu um, at Fólkaflokkurin í øðrum umfari fór at atkvøða fyri Kristian Djurhuus, sum til tá hevði verið fíggjarmálaráðharri umboðandi Sambandsflokkin. So mikið nógvir sambandsmenn tóku undir við honum, at tað gjørdist óneyðugt við einum triðja umfari.