Niclas Johannesen
?Ótolandi fyri Føroyar sum fólkaræðisligt samfelag?.
Henda er niðurstøðan í svørtubók, nú tað kann staðfestast, at føroysku løgmenninir Kristian Djurhuus og Petur Mohr Dam vistu meira enn restin av Føroya Landsstýri og Føroya Løgtingi, um hernaðarliga virksemi í Føroyum tey tíðarskeið, teir sótu sum løgmenn undir kalda krígnum.
Tað, sum sambært niðurstøðuni í svørtubók er ótolandi er, at tveir løgmenn soleiðis kundi koma í tvístøðu millum løgtingið og ríkismyndugleikarnar viðvíkjandi trúskapi og ábyrgd. Svartabók staðfestir, at teir sostatt hava víst størri ábyrgdarkenslu yvir fyri donsku stjórnini enn føroyska tinginum. Í niðurstøðuni verður somuleiðis staðfest, at løgmenninir gjørdu hetta, ?tí at ábyrgdarbýtið í heimastýrislógini ger hetta møguligt.?
Kavbátastøð
á Skálafirði
Sipað verður til tvey ítøkilig mál.
Í 1956 var Skálafjørðurin oyramerktur sum ?emergency advanced submarine staging base? av donskum myndugleikum og harvið var Føroya størsti fjørður latin NATO til fría nýtslu í krígstíð.
Danmark, ið sambært heimastýrislógina umsat bæði uttanríkismál og hernaðarmál fyri Føroyar, gav loyvið. Áðrenn endalig avgerð var tikin, kunnaði ríkisumboðsmaðurin, í persónligari samrøðu, Kristian Djurhuus, ið varð valdur løgmaður fyri sambandsflokkin í 1951, um hesi viðurskifti. ?Løgmaður tók undir við hesi avgerð uttan at boða hinum landsstýrismonnunum frá. Frammanundan høvdu danir gjørt greitt, at málið sjálvsagt var loyniligt.?
?Uvidende...?
Í 1960 hevði ríkisumboðsmaðurin eina samrøðu við løgmann, ið nú var Petur Mohr Dam um, at umhugsað varð at byggja eina radiostøð í Føroyum, sum skuldi nýtast av flotamegini hjá NATO í Atlantshavi.
?Løgmaður var ikki sinnaður at kunna landsstýrismenninar um málið. Varð málið formliga lagt fyri Landsstýrið, fór Dam ikki bert at lata vera við at taka undir við tí, hann fór beinleiðis at mótmæla tí. Ríkisumboðsmaðurin skilti av samrøðuni við løgmannin, at Dam var sinnaður til, fyrr ella seinri, at mótmæla hernaðarligu útbyggingini i Føroyum.?
Tíðliga í 1961 fekk P.M. Dam at vita frá ríkisumboðsmanninum, at amerikanska sendistovan í Keypmannahavn vildi hava góðkenning fyri, at ?en national amerikansk Forward Scatter station? kundi fáa innivist í Føroyum.
Um hetta sigur svartabók:
?Løgmaður vísti á, at prinsipielt var støða hansara hesum viðvíkjandi tann sama sum tann, hann fyrr hevði greitt ríkisumboðsmanninum frá. Men, skuldi tílík amerikonsk støð byggjast í Føroyum var betur, um hon fekk innivist í Sornfelli, tí tá kundi hon skiljast sum ein víðkan av virkseminum har, enn um hon vaðr bygd á øðrum staði í landinum (Vágar vóru ein møguleiki). Frágreiðing ríkisumboðsmansins um hetta tl donsku myndugleikarnar endar við orðunum: ?Lagmanden betragter sig som uvidende om stationen?.?
Heimastýris-
lógin atvoldin
Hóast føroyskir løgmenn sostatt vórðu kunnaðir í ávísum førum um hernaðarligu ætlaninar í Føroyum, so vísir frágreiðingin eisini, hvørjari truplari støðu ymsu, føroysku løgmenninir vóru í. Uttanríkis- og hernaðarmál vóru ikki føroyskt ábyrgdarøki. Hetta staðfesti(r) heimastýrislógin.
Svartabók vísir eisini til eitt nú til danska forsætisráðharran Hilmar Baunsgaard, sum í 1971 staðfesti av fólkatingsins røðarapalli, at, ?forsvar (er) et rigsanliggende og falder for så vidt uden for det færøske hjemmestyres selvstændige kompetance.?
Sami Baunsgaard segði undir sama orðaskifti, at ?ønsker de ansvarlige myndigheder på Færøerne nogen ændring i hjemmestyreloven, kan de rette anmodning om det til Danmark, og en sådan anmodning vil aldrig blive afvist...?
Tann góði viljin frá danskari síðu, at taka ?vidtgående hensyn til færøske synspunkter...? loysir sambært svørtubók ikki upp fyri tí ?parlamentariska? trupulleika, sum kann taka seg um (og sum hevur tikið seg upp) í innanhýsispolitiskum viðurskiftum í Føroyum.
?Skjølini, sum eru viðgjørd í hesi frágreiðing, vísa, at í nøkrum førum hava danskir ríkismyndugleikar givið løgmonnum innlit í hernaðarlig viðurskifti og útbyggingar í hesum sambandi í Føroyum. Løgmenninir hava játtað fyri hesum ætlanum, og teir hava á henda hátt sýnt størri ábyrgdarkenslu yvir fyri donsku stjórnini enn føroyska tinginum, tí at ábyrgdarbýtið í heimastýrislógini ger hetta møguligt?, er niðurstøðan hjá Jákupi Thorsteinssyni, ið hevur skrivað ávegis frágreiðingina ?Føroyar í kalda krígnum?.










