Í ítróttarsendingini hjá sjónvarpinum, 3-2, verður í kvøld lutakast um, hvussu spælast skal í innleiðandi umfarinum og fyrsta umfari av steypakappingini hjá monnum.
Innleiðandi umfarið í kappingini um Løgmanssteypið verður spælt leygardagin 30. mars, og fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 14. apríl. Nýtt lutakast verður so aftur, áðrenn fjórðingsfinalurnar skulu spælast 5. mai.
Annars sigur tíðarætlanin, at tær fyrru hálvfinalurnar verða mikudagin 29. mai og tær seinnu mikudagin 7. august. Sjálv finalan í kappingini um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 24. august.
Í fjør vann Víkingur steypafinaluna, sum var ímóti EB/Streymi, men bæði umdystur og brotsspørk máttu til, áðrenn liðformaðurin hjá Víkingi, Atli Gregersen, kundi taka ímóti steypinum frá løgmanni, Kaj Leo Johannesen.