Løgmansskrivstovan uppsagt avtalu við Barnabata

Løgmansskrivstovan hevur steðgað stuðulsavtaluni við Barnabata og hevur biðið felagsskapin rinda landsstýrinum restupphæddina áljóðandi 1,5 milliónir krónur aftur Eftir Tsunami-flóðalduna játtaði Løgmansskrivstovan Barnabata 1,7 milliónir krónur í studningi til at byggja eitt barnaheim til børn á Sri Lanka, ið høvdu mist foreldur og heim eftir vanlukkuna.

Síðan desember 2005, tá peningurin varð fluttur Barnabata, hava nógvir ymsir trupulleikar tarnað arbeiðinum. Eitt nú brast borgarakríggj á aftur í júst tí partinum av landinum, har ætlanin var at byggja barnaheimið, og hetta steðgaði ætlanini eina tíð. Eisini hava partar av nevndini í Barnabata í fleiri umførum verið skiftir út, og hetta hevur ført til steðg og órógv í arbeiðinum.

Barnabati orðaði eina nýggja verkætlan á heysti 2006, ið tók útgangsstøði í at samstarva við Save the Children í Sri Lanka um eina verkætlan hesin felagsskapur frammanundan var í holt við fyri børn, ið vóru illa fyri eftir Tsunami-flóðalduna. Tað hevur tó víst seg, at Save the Children er ein sera tungur og bureaukratiskur stovnur, og framvegis er onki greitt svar komið frá Save the Children hvørt tey ynskja at samstarva við Barnabata.

Eftir at nevndin í Barnabata á aðalfundinum 15. mai í 2007 aftur broyttist, og lyklapersónar, ið hava verið við í Sri Lanka verkætlanini frá byrjan, hava tikið seg úr, gjørdi Løgmansskrivstovan av at enda avtaluna, og hetta hevur Barnabati eftirlíkað.

Góðar 1,5 milliónir krónur eru eftir av pengunum, og tær verða nú fluttar aftur til landskassan.