Eg stilli ikki uppaftur. Lívið sum politikkari er ein farin tíð. Eg havi sæð skriftina á vegginum, tí eg misti um 80 prosent av atkvøðunum til seinasta val. Eg eri sosialráðgevi í Tórshavnar kommunu, og tað fer við mínari tíð. Einasta undantakið er, um tað stendur mær í boði at vera løgmaður. Eg siti framvegis í starvsnevndini í Javnaðarflokkinum, so eg eri framvegis aktivur í flokkinum, men eg verði ikki valevni hjá flokkinum aftur.










