-Búskapurin er væl fyri, segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, tá hann helt sína fimtu ólavsøkurøðu. Men hóast løgmaður segði, at Føroyar framvegis eru eitt av heimsins bestu samfeløgum, hóast trongar tíðir, so legði hann eisini afturat, at tað eru stórar avbjóðingar fyri framman.
Ein teirra er at skapa fólkavøkstur. Tað krevst meira enn búskaparvøkstur at skapa fólkavøkstur, legði hann afturat.
Tilflytingin er minkað, meðan fráflytingin hevur verið støðug; eisini lutfallið millum ung og gomul broytist.
Fyri at skapa fólkavøkstur, fer landsstýrið undir nøkur átøk. Millum annað at skipa eina útisetastovu, ið skal hava samband við útisetar og veita teimum ráð.
Eisini hevur arbeiðsgevarafelagið ment heimasíðuna leinkjan.fo, ið skal fáa samband millum føroyskar arbeiðsgevarar og lesandi.
Landsstýrið fer at taka upp spurningin, um nýútbúgvin kunnu koma beinleiðis í arbeiðsloysisskpanina eftir loknan lestur uttanlands.
Løgmaður nam eisini við aðrar spurningar um trivnað í Føroyum.
Eitt nú kvinnutrot og javnstøðupolitikk.
Betri bústaðarmøguleikar; felagið Bústaðir skal byggja 100 nýggjar bústaðir komandi sjey árini.
Útbúgvingarøkið; ein ætlan um at knýta tættari bond millum vinnuna og útbúgving- og granskingarumhvørvið.
Landsstýrið fer eisini at eggja vinnuni at seta fleiri lærlingar.
Løgmaður førdi fram um byggiætlanir hjá landinum, at millum annað er nógv almenn bygging ígongd, og meiri fer í gongd í næstum.
Arbeiðið at gera tunnil til Viðareiðis er boðið út.
Uppskotið um at gera Eysturoyartunnil er latin løgtinginum. Og Landsstýrið fer at gera kanningar í sambandi við arbeiðið at gera undirsjóvartunnil til Sandoynna.
Á fiskivinnuøkinum verður farið undir at nýskipa fiskivinnuna. Eitt lógaruppskot um fiskivinnunýskipan verður latin Løgtinginum í hesi tingsetu.
Eisini á skúlaøkinum er nýskipan áveg.
-Vit mugu tora at hugsa øðrvísi, og at skipa fólkaskúlan í størri eindir, har tað landafrøðiliga ber til, segði løgmaður.
Løgmaður segði eisini, at á henda hátt fáa næmingarnir fleiri og betri tilboð. Sernámsfrøðilig ráðgeving verður knýtt tættari at nýggju skúlaeindunum, og á henda hátt fáa næmingar skjótari hjálp.
Nýskipan tykist at vera lyklaorðið. Eisini á heilsuøkinum verður nýskipan framd.
-Endamálið er at minka tørvin á sjúkrahúsviðgerð við betri heilsuframa og fyribyrging, segði løgmaður.
Landsstýrið fer eisini at áseta eitt fátækramark, og at seta eitt barnahús á stovn, har børn, sum hava verið fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi fáa eitt trygt stað at verða.
Sild og makrelur munnu vera millum tey mest brúktu orðinini í fjølmiðlunum seinastu árini. Handilsforðingar fyri Føroyar standa fyri framman, men fyri tað fekk silda- og makrel trætan við ES ikki so stóra rúmd í løgmansrøðuni.
Løgmaður endurtók enn einaferð, at tað er margháttligt at ES á henda hátt velur at brúka fíggjarligt vald mótvegis Føroyum, fyri at verja sín part, enntá uttan veruliga samráðingar hava verið.
-Lat meg gera púra greitt, at landsstýrið altíð er sinnað at sessast við samráðingarborðið til tess at fáa semju í lag, segði løgmaður at enda í røðuni.









