Løgmansrøða 2011

Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2011

Harra formaður

Í øldir eru føroyingar komnir saman at hátíðarhalda ólavsøkuna, og í øldir er løgtingið komið saman á ólavsøku at seta út í kortið kósina fyri land og fólk.
Tað er við stórari gleði, at vit savnast á ólavsøku. Hetta er hátíð, ið myndar okkara samanhald, samleika og felags lagnu sum tjóð. Okkara land, sum vit eru so ómetaliga góð við.
Árini ganga, og tíðirnar broytast, men allatíðina er fremsta uppgávan og ábyrgdin hjá landsins stjórn at leiða landið gjøgnum góð og minni góð ár.
Farna tingsetan hevur verið serstakliga avbjóðandi.
Vit hava sæð ein stóran banka fara á húsagang og verða bjargaðan. Føroya størsta arbeiðspláss innan fiskiídnaðin fór á húsagang og varð endurreist við nýggjum eigarum. Og drúgt makrelstríð tók seg upp við ES og Noreg, tí vit sum tjóð stóðu fast við okkara rætt til ríkidømið í havinum.
Avbjóðingarnar hava verið nógvar og truplar, men Føroyar teljast framvegis millum heimsins ríkastu lond. Allar umstøður eru gamaní ikki nøktandi, men grundleggjandi er okkara samfelag trygt at liva í.
At liva her hevur altíð kravt, at fólkið var til reiðar at taka við stórum avbjóðingum og laga seg til broyttar umstøður. Hesar avbjóðingar tóku vit á okkum við hegni og hepni.
Vit lagaðu okkum til broyttu umstøðurnar, tá hóttaføllini gjørdu um seg, og afturgongd og stúran vórðu vend til framgongd og vón. Vit stóðu royndina, tí vit høvdu viljan.
Eisini í komandi tíðum standa vit fyri stórum avbjóðingum. Stig skulu takast at flyta landið úr gomlum skipanum inn í eina burðardygga framtíð, bæði hvat viðvíkur fólkagrundarlagi, náttúrutilfeingi og hugsunarhátti.
Vit skulu syrgja fyri, at umstøðurnar verða so góðar sum gjørligt hjá okkara ungdómi at flyta heimaftur. Til tess krevst, at vit duga betur at lurta eftir teirra ynskjum og vónum.
Vit skulu syrgja fyri, at avleiðingarnar av búskaparkreppuni, ið rakti á heysti 2008, verða bastar, so hallið á fíggjarlógini hvørvur, og arbeiðsloysið minkar.
Vit skulu tora at broyta skipanir og bygnaðir, sum tæntu okkum væl fyrr, men sum ikki geva bestu úrtøkuna í dag. Her hugsi eg um bæði vinnu og almenna geiran.
Vanahugsan og stillstøða er ikki ein møguleiki næstu árini. Nýhugsan og nýskipanir skulu skunda undir, at Føroya framtíð verður trygg.
Tá samgongan tók við landsins leiðslu tann 26. september í 2008, var búskaparligi vøksturin vendur til afturgongd. Síðan hava vit virkað undir sera truplum umstøðum.
Búskaparliga afturgongdin helt fram í 2009, men í 2010 kundi aftur staðfestast framgongd. Uppgávan var at steðga vaksandi hallinum á fíggjarlógini og vøkstrinum í landskassaskuldini, samstundis sum vit framdu vakstrartiltøk.
Føroysku peningastovnarnir gjørdust partur av bankapakkunum fyri danska ríkið, og hetta bjargaði fíggjarkervinum. Landsstýrið tálmaði almennu útreiðslunum og er farið undir at rationalisera og leggja stovnar saman, so meira fæst fyri minni.
Búskaparligu átøkini hava borið ávøkst. Gongdin er vend, uttan at almenna skuldin er vaksin ov nógv. Talið á arbeiðsleysum er lækkað við 400 síðan í februar, tá tað var hægst. Arbeiðsloysið er nú komið niður á 6,5 prosent.
Hallið á fíggjarlógini minkar og verður eftir ætlan burtur í 2016. Landsstýrið hevur fingið tamarhald á meirnýtsluni á fíggjarlógini, og samlaða meirnýtslan er farin úr 131 mió. kr. í 2008 niður í 11 mió. kr. í 2010. Almenna fyrisitingin eigur stórt rós uppiborið fyri at hava vent hesi gongd.
Treystitalið, ið gevur ábending um, hvussu mett verður um støðuna, vísir, at fólk og vinna aftur síggja bjartari upp á framtíðina.
Ordrabøkurnar í byggivinnuni eru eisini farnar at fyllast, tí meiri pengar eru settir av til almennar íløgur komandi árini.
Samgongan hevur framt flestu málini, sum hon setti sær fyri, og hetta tíðarskeiðið hevur landsstýrið latið løgtinginum umleið 350 lógaruppskot.
Vit hava framt og eru farin undir at fremja nakrar av størstu og týdningarmiklastu nýskipanunum í fleiri áratíggju. Men komið er ikki á mál. Altjóða metingarstovnurin Moodys hevur lækkað kredittmetingina av føroyska búskapinum eitt stig, tí vit mangla at seta í verk enn fleiri átøk.
Fyri at fáa hallið burtur er neyðugt at fremja enn fleiri grundleggjandi broytingar í fiskivinnuni og almenna bygnaðinum.
Í vár fór Fólkaflokkurin úr samgonguni. Eg takki Fólkaflokkinum fyri samstarvið og fyri tey tøk, vit tóku saman í samgongu. Tit tordu at taka ábyrgd, tá á stóð.
Eg valdi ikki at skriva út nýval, tá landsstýrið kom í minniluta, og tíðin hevur prógvað, at eisini við minnilutastjórn ber til at loysa týðandi mál.
Á ólavsøku verða uppskot til nýggjan kommunubygnað løgd fram. Skulu øll øki í landinum hava javnbjóðis møguleikar at mennast, er neyðugt at skipa landið í færri og sterkari eindir.
Eg ásanni, at hoyringsfreistin í sambandi við nýggja kommunubygnaðin var í styttra lagi. Tó mugu vit ikki gloyma, at júst kommunumálið er tað málið í nýggjari politiskari søgu í Føroyum, sum hevur fingið drúgvastu og neyvastu viðgerðina av øllum. Fleiri álit eru gjørd, og kommunufeløgini hava verið við í allari tilgongdini.
Í november 2012 skal fólkið velja stýri til nýggju kommunueindirnar. Um vit bíða, fáa kommunurnar ikki nóg góða tíð at fyrireika seg til samanleggingarnar.
Latið okkum nú standa saman um at skapa tað nýggja Føroya-kortið. Harra formaður Ein burðardygg fiskivinna er ikki eitt val, men ein treyt fyri búskaparvøkstri.
Fleiri fiskastovnar undir Føroyum eru illa fyri orsakað av ov stórum veiðitrýsti, og skal vinnan røkka bestu keyparum, er neyðugt, at hava MSC-góðkenning ella aðra altjóða viðurkenda góðkenning. Skal hetta eydnast, mugu vit prógva fyri umheiminum, at okkara fiskiskapur er burðardyggur.
Fyrsta stigið verður tikið í dag, tá uppskot um fiskidagatal verður lagt fram. Í hesum uppskoti verður fiskidagatalið lækkað við 10 prosentum í bólki 1, 2, 3 og 4T, meðan bólkarnir 4 og 5 (a og b) verða lækkaðir við 20 prosentum.
Vit vita, at aftur í ár verður ósemja millum flokkar og innanfloks um uppskotið um fiskidagar. Tá løgtingið skal áseta talið á fiskidøgum, er uppgávan at tryggja, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir á ráðiligan og burðardyggan hátt. Tann árligi bardagin um fiskidagar má halda uppat. Vit kunnu ikki, sum frá líður, liva við eini fiskidagaskipan, har politisk togtogan er avgerandi fyri talið á fiskidøgum heldur enn vísindalig tilmæli. Tað var ikki endamálið við fiskidagaskipanini, tá hon varð smíðað í 1996.
Samgongan, Tjóðveldi og Framsókn hava gjørt semju, sum skal leggja lunnar undir eina umskipan í fiskivinnuni. Endamálið er at gera nýggja skipan, ið skal koma í staðin fyri verandi skipan við loyvisrættindum, ið ganga út í 2018.
Í seinasta lagi 2015 skal øll veiða í føroyskum sjóøki vera burðardygg, og alt tilfeingið skal tá koma til høldar. Farið verður undir eina endurreisingarætlan, ið skal fáa fiskastovnarnar at koma fyri seg.
Um neyðugt verða fleiri stig tikin at steingja leiðir, so ungfiskurin verður vardur.
Lógarverkið verður broytt, so vinnan fær betri møguleikar at virðisøkja fiskin umborð. Útrokningin av veiðiorku og skipastødd verður broytt og gjørd smidligari, so tað verður lættari at endurnýggja flotan. Í heyst verður farið undir at endurskoða skipanina við skipabólkum fyri at geva betri møguleikar at leggja loyvir saman og á tann hátt tillaga fiskiflotan. Brúksskylda verður eisini sett í gildi.
Makrelkvotan fyri 2011 verður nýtt í eini royndarskipan, har ein partur av fiskinum verður útlutaður fyri tilfeingisgjald og ein annar partur umvegis uppboðssølu. Fyrsti partur av søluni av makreli á fiskamarknaði hevur eydnast væl. Eftir einum degi vórðu 7000 tons seld fyri umleið 12 mió. kr.
Fyri fíggjarárið 2011 er tilfeingisskattur settur í gildi. Talan er um hækkaðan partafelagsskatt upp á 2,5 prosent á skattskyldugar inntøkur oman fyri eina millión.
Landsstýrið er enn ikki komið til endaliga niðurstøðu um, hvussu stóran part av tilfeingisrentuni tað almenna skal hava, og hvussu hetta skal gerast.
Í fíggjarkarminum fyri 2012 eru inntøkurnar frá tilfeingisskatti ásettar at vera 40 mió. kr., og hetta er samtykt av einum breiðum meiriluta í tinginum.
Okkara mál er, at ein nýggj skipan skal vera klár at seta íverk 1. januar 2012.
Landsstýrið hevur skyldu at verja tilfeingið og rættindi Føroya fólks. Tey 4,6 prosentini av makrelkvotuni í strandalandaavtaluni, ið Føroyar áður hava fingið tillutað, er ikki rættvíst býti longur. Vit eiga størri lut.
Samskifti er millum partarnar, og samráðingar verða tiknar uppaftur í heyst.
Ein grundleggjandi liður í at skapa búskaparvøkstur er, at vit flyta okkum frá at vera rávøruframleiðara til eina matvøruframleiðandi tjóð. Ein arbeiðsbólkur verður settur at orða ein politikk fyri matvøruframleiðslu og gera eina ætlan fyri, hvussu vit røkka málinum at fáa størri virðisøking burtur úr okkara tilfeingi.
Umráðandi er, at okkara høvuðsvinna verður skipað, so ongin tørvur verður á rakstrarstuðuli. Tann 1. januar í 2011 varð inntøkutrygdin latin pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at umsita og fíggja.
Ein tjóð, sum livir av tilfeinginum í havinum, má hava holla tilbúgving. Nýggj tilbúgvingarlóg verður løgd fyri tingið til heystar, sum skal tryggja eina munagóða tilbúgving. Tyrlutænastan verður ment, og í næstum verður farið undir at gera ein langtíðarsáttmála við Atlantsflog, sum skal galda til 2014. Í framtíðini verða tvær væl útgjørdar bjargingartyrlur til taks.
At vinna rættin til Føroyaháslættan er eitt tað mest strategiska málið í føroyskum uttanríkispolitikki nakrantíð. Talan er um øki, sum er størri enn Frakland, og sum kann goyma risa nøgdir av kolvetni. Føroyar hava nú latið inn síni krøv til landgrunsnevndina undir Sameindu Tjóðum. Næstu árini fara at vísa, hvørja støðu nevndin fer at hava til okkara krøv.
Føroyar eru eisini ein virkin partur av samstarvinum millum londini í Arktis. Á fundi í Arktiska Ráðnum í mai undirritaðu uttanríkisráðharrarnir í limalondunum saman við mær og grønlendska landsstýrisformanninum sáttmála um leiting og bjarging í arktiska økinum. Komandi árið verður samráðst um bindandi avtalu um tilbúgving í mun til oljudálkingar á havinum.
Londini í ríkisfelagsskapinum hava orðað eina felags virkisætlan um at styrkja síni áhugamál í arktiskum høpi. Ætlanin verður løgd fram tann 22. august í Keypmannahavn.
Alheimsgerðin hevur við sær, at lond ikki longur eru vard ímóti kapping frá hvør øðrum, men tvørturímóti standa í harðnandi kapping. Hetta er avbjóðingin nú og næstu mongu árini.
Søgan sigur okkum, at lond, ið hava innibyrgt seg, hava havt afturgongd. Fyri at menna nýggjar vørur og tænastur er neyðugt, at vit fáa betri atgongd til útlendskar marknaðir. Landsstýrið fyrireikar í løtuni eina samráðingartilgongd saman við donsku stjórnini. Endamálið er, at Føroyar og ES gera nýggja avtalu, sum í útgangstøðinum fevnir um tey fýra frælsini, ið geva vinnu og borgarum betri virkismøguleikar.
Vit liva í einum frælsum og friðarligum samfelag. Men brádliga fingu vit øll ein skelk, tá vit seinasta fríggjadag tann 22. juli frættu um sorgarleikin í okkara brøðratjóð Noregi.
Atsóknirnar í Oslo og Utøya vóru ófatiligir ræðuleikar sprotnir úr einum óskiljandi hatri. Eitt álop á tolsemi og fólkaræðið. Ein váttan um, at vitloysi og fanatisma finnast millum øll fólkasløg, í øllum átrúnaðum og í øllum samfeløgum.
Vit mugu ikki lata fremmandahatur fáa fastatøkur á okkum. Tolsemi skal vera grundvøllurin undir okkara fólkaræði. Hendan lærdóm, mugu vit bera víðari og leggja niður í okkara børn.
Landsstýrið gjørdi í 2010 eina vakstrarætlan, sum skuldi stimbra virksemið í landinum, og fleiri av átøkunum eru sett í verk. Eitt nú hevur Fiskaaling gjørt royndir at ala á opnum havi, og verkætlanin verður liðug í 2012. Føroysku tryggingarfeløgini hava fingið møguleika at virka á danska marknaðinum, og næsta málið er at fáa avtalur við Grønland, Noreg og ES.
10 mió. kr. eru fingnar til vega at gera granskaradepil, sum eftir ætlan verður klárur um eitt til tvey ár. Ein nýmenningarskipan er gjørd, so íverksetarar kunnu fáa ráðgeving og søkja um stuðul á øllum stigum frá hugskoti til framleiðslu. Tvey privat vakstrarpartafeløg eru stovnað.
Heilivágsframleiðslan hjá Apoteksverkinum verður nútíðargjørd og víðkað fyri at kunna halda fram at veita heilivág til heilsuverkið og vinnulívið og fyri at kunna framleiða heilivág til útflutnings.
Seinastu árini hevur FAS-skipanin verið marknaðarførd miðvíst. Talið á skipum hevur verið støðugt vaksandi og er nú 63. Miðað verður eftir, at talið á skipum í 2012 verður yvir 100. Møguleikar eru fyri avleiddum virksemi, og Føroyar verða eisini marknaðarførdar sum eitt land at reka reiðaravirksemi í.
Búnaðargrunnurin er umskipaður, so møguleikarnir at veita fígging til útbyggingar, ábøtur og at velta upp úr nýggjum eru víðkaðir.
Ferðavinnan gevur stórt íkast til samfelagsbúskapin. Mett verður, at vinnan umsetir fyri umleið 700 mió. kr. um árið. Vinnan stendur í vøkstri, og talið á gistingum eru tvífaldaðar frá 2003 til 2010. Hetta ber boð um, at átøk og marknaðarføring hava givið úrslit.
Ferðavinnan hevur sett sær sum mál at tvífalda inntøkurnar næstu tíggju árini, og landsstýrið fer at gera sítt til, at hetta mál verður rokkið. Ferðaráð Føroya verður endurstovnað og lagt undir Vinnumálaráðið, og Vinnuframagrunnurin fer í framtíðini at stuðla ferðavinnuni.
Føroyar verða marknaðarførdar í nógvum átøkum í øðrum londum í tøttum samstarvi við vinnu- og mentanarlív. Tað snýr seg um handilsferðir, keypsstevnir og tiltøk, har vørur, mentan, sniðgeving, tónleikur og Føroyar sum ferðamál verða marknaðarførd.
Flogvøllurin verður longdur í løtuni, og nýggja komuhøllin gevur møguleika fyri øktum vinnuligum virksemi. Føroyar verða væntandi seinni í ár partur av evropeiska flogferðslusáttmálanum. Sáttmálin er avgreiddur í Føroyum, og bíðað verður nú eftir donsku ígildissetanini. Sáttmálin gevur útlendskum flogfeløgum fría atgongd at flúgva til Føroya og okkum fría atgongd at virka um alt Evropa.
Næsta vár fær Atlantsflog eitt nýtt Airbus 319 flogfar, sum kann flúgva beinleiðis tvørtur um Evropa ella Atlantshavið. Hetta verður eitt nýbrot í føroyskari flutningssøgu, sum fer at flyta okkara mentalu mørk og knýta okkum tættari at umheiminum.
Náttúran er okkara tilverugrundarlag, ein dýrgripur, sum vit hava ábyrgd av at verja.
Løgtingið hevur samtykt, at Føroyar skulu skerja útlátið av veðurlagsgassum í minsta lagi 20 prosent fram til 2020. Frágreiðing um veðurlagspolitikk Føroya verður løgd fyri tingið í heyst, og hon fer at lýsa, hvussu gongur at røkka málinum.
Føroyski búskapurin er heftur at olju. Meira enn 90 prosent av okkara orkunýtslu stavar frá oljuúrdráttum, og í fjør innfluttu vit olju fyri nærum eina milliard krónur.
Ein heildarætlan fyri elorkuøkið verður tøk í næstum. Ætlanin skal vísa á eina leið, har orkuframleiðslan á landi verður grundað á varandi orkukeldur. Í 2020 skulu meiri enn 80 prosent av elframleiðsluni stava frá varandi orkukeldum, og miðað verður eftir, at áðrenn 2050 skal talið vera nærum 100 prosent.
Skal yvirskipaða málið røkkast, er neyðugt at fremja munandi tiltøk og broytingar. Vindur og seinni eisini sjóvarfall skulu gerast grundarlagið undir elframleiðsluni. Vatn skal nýtast at virðisøkja og goyma vindorku, og olja skal vera til at taka.
Elveitingarlógin verður endurskoðað og gjørd smidligari, so tað verður lættari hjá nýggjum aktørum at sleppa framat.
Lógin um Húsalánsgrunnin er broytt, og grunnurin kann nú veita lagaliga fígging til orkusparandi ábøtur á bústaðir. Nýggj byggilóg er liðug og verður løgd framaftur nú á ólavsøku. Lógin fer at seta krøv til bjálving, tetting og luftútskifti. Fiskivinnan er størsti brúkari av olju, men tillagingarnar í fiskiflotanum fara at merkja, at oljunýtslan verður minni.
Í heyst verður uppskot til broyting í náttúrufriðing løgd fyri tingið. Lógin fer eisini at fevna um náttúruvernd.
Vit hava lagt stóra orku í at gera íløgur í útbúgving, gransking og mentan. Umráðandi er at halda fast við hesa gongd, hóast úrslitini ikki síggjast eftir einum degi. Tilgongdin at menna Føroyar sum vitanarsamfelag er drúgv, men tað er okkara skylda at fyrireika samfelagið at taka ímóti framtíðini.
Ongantíð hava so nógv fulltíðarlesandi verið knýtt at okkara hægru lærustovnum sum nú, og játtanin til Fróðskaparsetrið er økt munandi seinastu fimm árini. Fígging er fingin til at byggja nýtt havrannsóknarskip fyri 200 mió. kr.
Limaskapur í ES-granskingarskránni FP7 er fingin í lag, og tann 28. januar 2011 samtykti Vísindaráðið fyrsta yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya undir heitinum “Vitan & Vøkstur.” Nú verður løgd ein arbeiðsætlan fyri, hvussu vit fremja granskingarpolitikkin í verki, og hvørji vakstrar- og granskingarøki vit eiga at leggja dent á næstu fimm árini.
Útbúgvingarskipanin skal mennast. Tí mugu øll, sum virka í skipanini, tola broytingar. Umstøður, krøv og avbjóðingar broytast alla tíðina, og broytingar eru neyðugar, skal meira fáast fyri tær játtanir, sum rúm er fyri í okkara búskapi.
At kalla allar útbúgvingarskipanir frá dagstovnaøkinum til hægri útbúgvingar verða endurskoðaðar. Hetta skal góðskutryggja skipanirnar og gera tær meira kostnaðareffektivar.
Nýggjar samanhangandi námsætlanir verða settar í verk fyri fólkaskúlan í 2011 og fyri miðnámsskúlarnar í 2012. Nýggj lóggáva fyri gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar verður klár í heyst.
Í 2012 er ætlanin at fara undir nýggja eindarskipan fyri yrkisútbúgvingar, har skúlaskeiðini hjá lærlingunum verða samskipað við SIT-útbúgvingina.
Landsstýrið ætlar at fáa skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar á bachelorstig, har møguleikarnir fyri at koma inn verða so liðiligir sum gjørligt. Ætlanin er eisini at menna og víðka tekstil- og sniðgevaraútbúgvingina, so okkara aldargamla handverk og náttúrutilfeingi verður gagnnýtt uppaftur betur.
Fróðskaparsetrið hevur fingið nýggjan bygnað. Arbeitt verður við at fjøltátta útbúgvingartilboðini og taka inn lesandi á øllum deildum á hvørjum ári. Langtíðarmálið er, at fleiri ung fara at taka útbúgving ella partar av útbúgvingini í Føroyum, so Fróðskaparsetrið verður eitt portur til víðari lestur.
Innan allar útbúgvingarskipanir hevur tað stóran týdning at menna fjarlestrarskipanir. Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa eina fjarlestrarskipan at virka so skjótt sum gjørligt.
PISA-kanningar vísa, at hóast framstig eru gjørd, er okkara fólkaskúli enn ikki á sama støði sum í londum, vit vanliga samanbera okkum við. Fleiri átøk eru sett í verk. Styrkt er um byrjanar- og lesiundirvísingina, skeið eru í fakligari lesing og kunningartøkni, og eitt fólkaskúlaráð letur eisini tilmæli um framhaldandi ábøtur.
Føroyar nýta lutfalsliga somu upphæddir til útbúgving sum okkara grannalond. Fyri at styrkja fólkaskúlan, er neyðugt, at vit nýta játtanirnar betur og øðrvísi. Nýggjur kommunubygnaður fer at hava við sær, at til ber at skipa fólkaskúlan í størri eindir, sum er avgerandi fyritreyt fyri, at vit kunnu gagnnýta alt tilfeingið í skúlanum betur.
Ítróttur hevur stóran týdning fyri menningina av okkara ungu og fyri heilsuna hjá okkum tilkomnu. Fremstu ítróttafólkini eru okkara fyrimyndir og umboð úti í heimi. Tí skulu vit framhaldandi stuðla ítróttinum, og latið okkum taka lógvatak saman fyri at fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroya.
Lógarbroyting er framd, sum gevur ítróttar- og mentanarfelagsskapum, kirkjum og samkomum møguleika fyri at fáa endurrindað MVG-útreiðslur til bygging. Hetta er eitt gott ískoyti, ið tryggjar, at fleiri verkætlanir kunnu gerast veruleiki.
Peningur er settur av til at fyrireika nýtt tjóðleikhús. Stuðul er latin til langhyl í Suðuroy, ítróttarhøll á Sandi og verkætlanina SALT á Drelnesi.
Søvn okkara eru nú samskipað í stovnin Søvn Landsins, sum hýsir einum stórum parti av okkara felags mentanararvi og undirstøðukervinum hjá okkara útbúgvingar- og granskingarstovnum.
Í Føroyum hava vit bygt upp vælferðartænastur, sum tryggja góðar karmar fyri tilveruni hjá borgarunum. Hóast niðurgangstíðir hava vit valt at hækka játtanirnar til almanna- og heilsutænastur við góðum 300 mió. kr. síðan 2008.
Seinastu árini hevur verið arbeitt við at dygdarmenna sjúkrahúsverkið. Nøgdsemiskanning varð gjørd í 2010, og kanningin vísir, at allarflestu sjúklingar lata væl at viðgerðini og tænastuni.
Fyrsta krabbameinsætlanin var liðug í 2009. Fleiri av tilmælunum í ætlanini eru sett í verk, og ungar gentur fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri lívmóðurhálskrabba.
Útbyggingin av Landssjúkrahúsinum heldur fram. Farið verður undir at byggja nýggjan psykiatriskan depil, og arbeiðið skal vera liðugt í 2018. Farið er undir samráðingar um at leiga nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn, ið verður bygt til endamálið.
Heilsufrøðilig gransking er eitt av kjarnuøkjunum í granskingarpolitikkinum hjá landsstýrinum. Við verkætlanini FarGen verða møguleikarnir fyri ílegugransking kannaðir og marknaðarførdir.
Talgilda heilsuskipanin er sett í verk á øllum trimum sjúkrahúsunum og hjá kommunulæknunum. Hon tryggjar, at virksemið kann skipast betur og bøtir munandi um tænastuna. Skipanin er slóðbrótandi og hevur vakt ans úti í heimi.
Teir ellivu sjúkrakassarnir eru umskipaðir í stovnin Heilsutrygd. Nýggj tilskotsskipan til heilivág er komin í gildi, sum merkir, at tey, sum hava størstan tørv á heilivági, fáa mest stuðul. Ein sjúkrakassagrunnur verður stovnsettur, sum fer at veita stuðul til átøk innan heilsuøkið.
Vælferð kostar, og skulu vit megna at menna tænasturnar, er neyðugt at fremja broytingar í bygnaðum, so vit fáa meira fyri minni.
Sjúkrahúsverkið verður lagt undir eina felags leiðslu, so virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum verður skipað í eini heild.
Farið er undir eina tilgongd at leggja Almannastovuna og Nærverkið saman. Í dag hava mangir brúkarar uppgávur, ið skulu loysast á báðum støðum. Við at leggja stovnarnar saman ber til at gera málsviðgerðina einfaldari og á tann hátt spara pening.
Kommunulæknaøkið verður í løtuni umskipað. Læknavaktin fevnir nú um alt landið, og stór tøk eru tikin fyri at fáa fleiri kommunulæknar í útbúgving. Við umskipanini verður farið burtur frá ellivu læknadømum til fimm heilsuøki, har kommunulæknarnir verða savnaðir í færri og størri eindir. Aðrir heilsufakligir starvsbólkar verða knýttir at eindunum, so fyribyrgjandi viðgerðin av fólki við kroniskum sjúkum verður styrkt, og størri partur av heilsutænastunum verður veittur tættari at borgarunum.
Fyri at varðveita tænastustøðið í framtíðini skulu vit fíggja okkara ellisár á nøktandi hátt. Uppskotið til pensjónsnýskipan verður lagt fram eftir ólavsøku. Tað hevur við sær, at øll, sum hava møguleika, skulu rinda til egna eftirløn, meðan tað almenna tryggjar tey, ið ikki hava havt møguleika at spara upp til egna pensjón.
Øll hava rætt til eitt gott, virkið og innihaldsríkt lív.
Samfelagið skal ikki bara lofta fólki, tá teimum tørvar hjálp, men eisini fáa tey á føtur aftur. Samfelagið skal eisini veita tilboð, so fólk kunnu endurvinna mistar førleikar og ogna sær nýggjar.
Nýggj forsorgarlóg verður nú gjørd. Fyrsta stigið, ið snýr seg um hjálparráð, kom í gildi 2010. Í næsta stigi verða skipanirnar endurskoðaðar til tess at tryggja, at arbeiðsmarknaðurin gerst rúmligari serliga í sambandi við endurbúgving og vard størv. Hetta verður framt við uppskoti um nýggja lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum verður lagt fyri tingið í næstum.
Samfelagið skal ikki staðfesta, hvat borgarin ikki megnar, men heldur hjálpa at finna fram til, hvat borgarin er førur fyri. Eins og tú hevur krav uppá hjálp, hevur tú skyldu at taka við tilboðum, sum kunnu hjálpa tær at gerast sjálvbjargin. Tað skal loysa seg at arbeiða.
Vit góðtaka ikki harðskap í heimum og tað, at familjur liva í angist. Menn, ið gera seg inn á konu og børn, skulu hava professionella hjálp. Landsstýrið hevur gjørt eina heildarætlan fyri, hvussu harðskapur í parlagnum kann fyribyrgjast og steðgast. Peningur er fingin til vega at seta ætlanina í verk.
Í 2010 varð kanning gjørd av livikorunum hjá fólkapensjónistum. Kanningin vísti, at níggju av tíggju pensjónistum lata væl at teirra umstøðum. Nú verður gjørd ein nýggj kanning, sum skal vísa, hvussu vit kunnu bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum ikki hava nóg góð kor.
Á eldraøkinum snýr tað seg um at skapa nøktandi umstøður, áðrenn røktartørvurin tekur seg upp. Við miðvísari venjing hækkar lívsgóðskan, og fólk klára seg longri sjálvi.
Farið er undir at fyrireika endurvenjing undir Nærverkinum. Málið er, at øll, sum hava tørv á tí, skulu hava møguleika fyri at fáa eitt endurvenjingartilboð.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið játtan til at skipa eina miðstøð fyri endurvenjing, og nýtt ryggambulatorium er sett á stovn.
Stuðul er latin at byggja røktarheim í Klaksvík, Vestmanna, Havn og Vági, og tá hesi eru liðug, er bráðfeingis tørvurin á røktarplássum um at vera nøktaður.
Barnaverndarlógin er endurskoðað, og álit er gjørt um, hvussu økið børn og ung kann skipast í framtíðini. Talið á børnum við serligum tørvi, ið eru á stovnum uttanlands, er minkað seinastu árini, men tørvur er enn á fleiri tilboðum í Føroyum. Økið skal samskipast betur, so vit lofta børnunum, áðrenn trupulleikarnir gerast ov stórir.
Løgtingið hevur samtykt verklagslógir at útvega 40 vardar bústaðir til fólk við serligum tørvi. Ein stovnur fyri børn við autismu, Kelduskákið, læt upp í 2010, og økisdepilin í Vági til sálarsjúk verður tikin í nýtslu í heyst. Sjøtul er settur á at byggja nýggjan bygning til fjølbrekað børn, ið skal koma í staðin fyri Reiðrið, og bygningurin verður væntandi liðugur í 2012.
Vit standa fyri stórum avbjóðingum á bústaðarøkinum.
Støðulýsing av øllum bústovnum undir almannaøkinum verður gjørd. Farið er undir eina tilgongd at byggja hóskandi bústaðir heldur enn at umbyggja vanlig sethús til sambýli.
Stórur tørvur er á alternativum bústaðarmøguleikum. Landsstýrið hevur arbeitt við einum bústaðarpakka, og nýggj leigulóg er komin í gildi. Vit mugu tó ásanna, at illa ber til at fáa til vega bústaðir til fólk við lágum inntøkum og skerdum førleikum, um bústaðirnir skulu fíggjast eftir marknaðartreytum. Tí verður uppskot lagt fram, sum gevur Húsalánsgrunninum møguleika at veita lagalig lán at fíggja alternativa bústaðarbygging.
At keypa hús er eitt stórt tak fyri flest allar familjur, men lítil og ongin brúkaraverja er á hesum marknaði. Uppskot til lóg um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn er liðugt, og tað verður nú lagt fyri tingið.
Eg nevndi í byrjanini, at nýhugsan og nýskipanir krevjast, um vit skulu lata okkara eftirkomarum eitt samfelag, sum er brynjað til framtíðina.
Eg veit, at broytingar kunnu tykjast órógvandi, men viðhvørt er løtan at taka avgerandi stig, og tann løtan er nú. Ætlaðu nýskipanirnar skulu sjálvandi fremjast við skili, og landsstýrið strembar eftir at røkka so breiðum semjum sum gjørligt.
Stjórnarskipanaruppskotið hevur farna árið elvt til ikki sørt av tvídrátti. Ein nýggj stjórnarskipan skal undir ongum umstøðum broyta ríkisrættarligu støðu Føroya, men sjálvandi skal hon staðfesta, at Føroya fólk sjálvt ger av sína egna lagnu.
Hetta er mín seinasta ólavsøkurøða sum løgmaður – í hesum valskeiðnum. Vit fara nú undir tað seinasta strekkið, og vit skulu ganga seinastu vakt. Vit vita, hvussu skiftandi fiskiskapur er. Túrar kunnu vera drúgvir, áðrenn fiskur fæst, men tá stundin kemur, stendur ofta á at arbeiða undan. Soleiðis er eisini í politikki.
Stundir koma, tá stór úrslit kunnu røkkast, og stórar broytingar skulu fremjast. Tíðin er búgvin at fremja kommunalu umskipanina og ikki minst at leggja upp fyri vísindaligu tilráðingunum, tá vit áseta árligu fiskidagarnar.
Eg haldi ikki, at vit eiga at niðurleggja arbeiðið, áðrenn arbeiðstíðin er av tann 19. januar 2012.
Men um tað vísir seg, at tíðin fer at verða brúkt til partapolitiskan og persónligan løtuvinning, so taki eg avleiðingarnar og skrivi út val.
Valskeiðið er farið at halla, og løtan nærkast, at Føroya fólk skal gera av, hvørji skulu stjórna landinum, og hvørja kós Føroyar skulu halda í framtíðini.
Eg havi ongantíð og farið ongantíð at ivast í, at vit megna at taka við teimum avbjóðingum, vit hava fyri framman. Vit eiga eitt gott og trygt land at búgva í, og sum tjóð hava vit prógvað okkara dugnasemi og ágrýtni.
Undir øllum framtøkum býr trúgvin á eina bjarta framtíð. Hendan trúgv býr í okkara fólki.
Við hesum ynski eg øllum eina góða ólavsøku og tingfólkum eina góða tingsetu! Gud signi Føroyar, og Gud signi okkum øll!