Jústinus Leivsson Eidesgaard
Tað gneistrar frá pennunum í Tinganesi í hesum døgum, nú seinasta hond verður løgd á løgmannsrøðuna, sum Anfinnur Kallsberg skal halda á Ólavsøku.
Samskiparin av hesum arbeiði er løgmannsstjórin Marjun Hanussardóttir.
-Løgmannsrøðan er í trimum pørtum. Fyrsti partur er tann sum løgmaður lesir upp í tinginum. Annar partur eru frágreiðingarnar frá teimum ymisku stýrunum og triði partur er eitt yvirlit yvir tær lógir, sum verða lagdar fyri tingið í komandi tingsetu, sigur Marjun Hanussardóttir, løgmannsstjóri.
Løgmannsrøðan er ein frágreiðing um virki landstýrisins í farna ári og um ætlaninar í komandi ári. Tey ymisku stýrini hava freist til einaferð í mei at lata tilfar til røðuna. Áhugin fyri løgmannsrøðuni er ikki stórur aðrastaðni enn millum politikkarar og í fjølmiðlunum.
Løgmannsrøðan er í ár um 60 síður og hon verður løgd á heimasíðuna hjá landsstýrinum beinanvegin sum løgmaður fer á tingsins røðarapall ólavsøkudag.