Løgmannskoyrilin gongur kykur

Frank Davidsen
----
Og tað er ikki lukkuligt hjá hansara flokksfelagum í løgtingi og landsstyrinum, at taka ein aðra avgerð, óansæð hvussu væl hon er undirbygd. Ja sjálvt um ein samd tingmanning í fleiri førum, hevur roynt at steðga á, og roynt at fyribyrgt tann ultrahøgra politik ið fólkaflokkurin hevur ført, væl stuðlaður av løgmanni, so verður øll sambandsmanningin uttan undantak, buka uppá pláss aftur. Hetta, tað verið seg, um tað snyr seg um førda fiskivinnupolitikkin, at fáa nakað av makrelinum á uppboðsølu, fiskiskapin við New Foundland osfr.
Tað sær út sum um løgmaður hevur gjørt eina politiska deyðspakt við formann fólkaflokksins. Óansæð um øll tey liberalu sjónarmið sambandsflokksins verða tveitt fyri borð, so skulu hesir báðir jassarnir halda saman uppá samgonguna, kosta hvat tað kosta vil, politiskt fyri sambandsflokkin. Tað tykist sum um, at løgmaður profilerar seg meira og meira sum ein klæðssekkjadrong hjá fólkaflokkinum. Og hann leggur vertin í, um hansara partamenn ikki stuðla hansara ultra høgra politikki. Og tað er óskiljandi um sambandsveljarar framvegis koma at stuðla politikkinum hjá løgmanni framyvur.
Tí tað er neyvan hent fyrr í føroyskun politikki, at ein samd tingmanning, hjá einum politiskun flokki, eins og landsstyrisumboð tess, verða bukaði sum flongdir hundar, av teirra formanni, tí hesi vilja fremja politikkin hjá tí flokki sum tey eru vald inn á løgting fyri.
Ikki tí, tað eru ikki øll ársungar politiskt ið síggja seg noydd, at akta boð løgmanns. Veljarin hevur ferð aftaná ferð verið vitni til, at formaður sambandsflokksins í løgtinginum, hevur sæð seg noyddan at fara í fjølmiðlarnar, har hann greitt hevur víst á, at sambandsflokkurin við tí politikki ið løgmaður ger seg til talsmann fyri, einki hevur við liberalan sambandspolitik at gera.
Men sjálvt um Alfred Olsen sum fyrr sagt, hevur øll sambandsumboðini aftanfyri seg, so sær tað út til, at løgmaður í staðin fyri roynur at niðurgerða sín partamann. Sostatt velur løgmaður maktina fram um politikkin hjá sambandsflokkinum.
Sjálvdan ella ongantið fyrr, hava vit verið vitni til, at ein samgonguleiðari fyri at tryggja sær politiskt vald, leggur vertin á, at hann hevur allan tingbólkin í móti sær. Spurningur er so, hvussu leingi tingbólkur sambandsflokksins letur sær hetta lynda. At teirra løgmaður í staðin fyri liberalan politik, so er løgmaður trygdin hjá samstarvsflokki sínum, soleiðis at hann framyvur kann føra ein tann mest extrema høgrapolitik nakrantíð í føroyskum politikki.
Nógv hevur verið tosa um, at tað ofta eru minnilutar í hava politiska valdið í teimun ymsu samgongunum. Men størrii minnilutadiktatur enn løgtingi hevur í dag, har løgmaður tekur allan sambandsflokkin til gíðsla, tað er neyvan hent áður.