Ein dagin ringdi løgmaður og segði, at hann á ferð síni til Danmarkar hevði hugsað sær at lagt leiðina um Malta fyri at heilsa uppá.
- Ja, men tygum skulu vera vælkomin, vóru greiðu boðini hjá Levi.
Løgmaður hevði hoyrt mikið um Malta og hevði lisið okkurt, sum Levi hevði skrivað. Hann var áhugaður í at hoyra nærri, hvussu húsið var skipað og um virksemi tess annars.
Levi greiddi frá sínum lívi á sjónum í samfull 36 ár og at ein týðandi táttur alla staðir, har hann hevði verið heilt frá ungum, var at boða gleiðboðskapin. Tá ið hann sum sjómaður eisini var komin til Hirtshals í 80-unum, helt hann, at sjómonnum vantaði eitt sømiligari tilhaldsstað enn kráirnar. Tí var dreymurin um eitt samkomustað klaktur fyri mongum árum síðan og hevur Malta nú við meir enn 20 árum á baki, verið fylling fyri hesum dreymi og ynski.
Levi vísti á Útisetabókina fyri 2006, sum greiður frá virkinum hjá Malta, Levi og Gretu. Eisini vísti hann á grein í kristna tíðarritinum Leirkerinum, sum Levi hevði skrivað um suðuroyingin Jens Arna Kjærbæk. Tá ressaðist løgmaður rættiliga við og vildi vita meir. Søgan var um ein mann, sum æt Jens Arni Kjærbæk, ið var illa kendur sum ringur kúllur - bæði í Suðuroy og seinnu nógvu árini eisini í Danmark. Men sum í Malta hevði funnið frið. Hetta frøddi Løgmann, ið kendi Jens Arna frá skúlanum.
Løgmaður var fegin at vitja Malta staðið, sum hann hevði hoyrt so nógv gott um.
Løgmaður gleðist um arbeiðið á Malta
Í stuttari samrøðu við <st1:PersonName w:st="on" ProductID="J?annes Eidesgaard"$?$end$!$Jóannes Eidesgaard</st1:PersonName$?$end$!$, løgmann sigur hann, at hann fegnast um tað megnar arbeiði Levi og Greta gera til gagns fyri teir mongu føroyingarnar, sum búgva í Hirtshals og har um vegir. Tað var áhugavert at vera saman við Levi, Gretu hesum serstøku fólkunum, sum brenna so nógv fyri sínum arbeiði; og annars øllum teimum, løgmaður var saman við henda dagin. <BR>
Á Malta verður gjørt eitt megnar arbeiði, sum eg virðismeti, sigur løgmaður at enda, og ynskir vertsparinum á Malta, Levi og Gretu góða eydnu í arbeiði teirra.