Løgmaður: -Vit mugu marknaðarføra undirgrundina væl

-At talið av umsóknum um leitingarloyvi hevur verið minkandi, og at onkur feløg fyribils hava tikið seg úr føroyska økinum, hevur kanska fingið onkran at ivast í, hvussu bjarta framtíð oljuvinna í Føroyum nú man hava. Tað dugi eg onga orsøk at síggja til at seta spurnartekin við. Tí vit hava eina “vøru” at selja segði Kaj Leo Johannessen, løgmaður, tá hann setti oljuráðstevnuna í Havn

Góðu fyriskiparar, góðu áhoyrarar.

 

Hetta at varpa ljós á oljuvirksemið við einum tiltaki sum hesum, er avgjørt viðkomandi. Ikki minst í hesum tíðum, tá avbjóðingarnar eru stórar bæði hjá okkum sjálvum og úti í heimi. Hóast tað ofta hevur verið nevnt, at viðvíkjandi hesum at finna olju, mugu vit geva tol, so kann tað vera vert at minna á tað enn einaferð. Dregur tað út at finna oljuna, skulu vit ikki sita hendur í favn, men framhaldandi stremba ímóti at brúka teir møguleikar, sum eisini leitivirksemið gevur.

 

Eg fari at takka tykkum, ið hava tikið stig til at skipa fyri hesum tiltaki, sum eitt gott íkast til framhaldandi at hava fokus á hetta virksemið.

 

Ikki óvæntað

Nú fara at verða 9 ár síðani fyrstu oljuleitingarloyvini vórðu latin. Í løtuni eru 16 oljufeløg virkin á føroyska økinum, og slakir 18.000 ferkilometrar av landgrunninum eru í løtuni lutaðir til oljuleiting. 6 brunnar eru boraðir, og 1 verður boraður fyrst í komandi ári.

 

Tá bjóðað varð út fyrstu ferð, var áhugin ovurhonds stórur at fáa leitingarloyvi, meðan talið av umsóknum hevur verið lægri í báðum teimum seinastu umførunum. Tann gongdin er hvørki óvæntað ella ónatúrlig, tí í fyrsta útbjóðingarumfarinum vórðu flestu økini, ið mest vitan var um, latin. Síðani hevur leitingin flutt seg meira spakuliga inn á nýggj øki.

 

Eitt endamál við at hava útbjóðingarumfør er nevniliga at hava gongd í leitingini, soleiðis at virksemið alla tíðina flytur seg – eisini tá eldri loyvi verið latin inn aftur. Seinasta útbjóðingar-umfar, ið varð hildið seint í fjør, var talið av umsóknum ikki høgt. Men vit eru kortini nøgd við, at vit fáa leitivirksemi ymsa staðni á landgrunninum. Bæði sunnanfyri, og ikki minst, at eitt stórt økið afturat norður við markinum eystanfyri verður kannað tey næstu árini.

 

Eg havi skilt, at sera nógv vitan um undirgrundina, er løgd afturat hesi árini, leitivirksemi hevur verið.

 

Eina eina “vøru” at selja

At talið av umsóknum um leitingarloyvi hevur verið minkandi, og at onkur feløg fyribils hava tikið seg úr føroyska økinum, hevur kanska fingið onkran at ivast í, hvussu bjarta framtíð oljuvinna í Føroyum nú man hava. Tað dugi eg onga orsøk at síggja til at seta spurnartekin við. Tí vit hava eina “vøru” at selja. Men vit kunnu ikki og skulu ikki seta okkum afturá, og bara vænta, at alt gongur av sær sjálvum. Vøran selur seg ikki sjálv, men má seljast. Tað gera vit partvís longu við, at dátur, ið ikki longur eru heftar av trúnaði, verða seldar fyri ein kostnað, ið bara er ein lítil brotpartur av tí, sum tað upprunaliga hevur kostað feløgum at fáa tær til vega. Tankin við at selja tær bíliga er, at tær skulu koma flest møguligum til góða og verða við til at fremja leitivirksemið.

 

Vit hava enn áhugaverd øki og jarðfrøðiligar fláir, ið antin als ikki eru kannaði ella eru ikki kannað nóg væl. Føroyska økið er alla tíðina í kapping við onnur øki, og í hesum tíðum við heimsfevnandi fíggjarkreppu og lutfalsliga lágum oljuprísum, er minni peningur til leitivirksemi, og kappingin um peningin tí enn størri.

 

Tað eru framvegis oljufeløg, sum síggja møguleikar her, umenn váðin er lutfalsliga stórur. Okkara egnu jarðfrøðingar síggja eisini nógvar møguleikar, sum enn ikki eru troyttir. Við egnari gransking gera teir sínar sjálvstøðugu metingar av ymsum leitiviðurskiftum á føroyska økinum, og tað er av stórum týdningi, at tann granskingin heldur áfram.

 

Ein avbjóðing er at halda teimum feløgum til, ið eru her, og at vekja áhugan hjá enn fleiri at koma henda vegin. At fáa fleiri hendan vegin er kanska nakað, ið vit eiga at gera meira við. Tí hóast tað kundi verið áhugavert hjá fleiri feløgum at komið hendavegin, so er tað kortini ikki vist, at tey koma. Tingini hanga ikki saman á tann hátt, at Føroyar standa og blunka á ljóstalvuni hjá øllum leitistjórum runt um í heiminum. Vit mugu áhaldandi kunna um, at vit eru til, og fáa teir áhugaðar at brúka orku til leitivirksemi í føroyska økinum.

 

Føroysk vinna upp í part

Ein annar táttur við oljuvinnu, er møguleikin hjá føroyskari vinnu at veita oljuvinnuni vørur og tænastur. Føroysk vinna hevur gjørt sínar royndir at sleppa uppí part. Hjá summum hevur hetta hepnast væl, meðan aðrar ikki hava fingið tað burturúr, tær vónaðu. Tað er kortini hugaligt at frætta, at tær fyritøkur, ið hava megnað at fáa sáttmálar, hava til fulnar livað upp til krøvini, ið sett verða. Og tey eru ikki lítil!

 

Hetta er nakað, ið byggjast kann víðari á.

 

Leitivirksemið á føroyskum øki er ikki nóg mikið til at vera eitt javnt íkast hjá føroysku vinnuni, og tí kundi verið umhugsað, hvørt tað eisini ber føroyskum fyritøkum til at koma sær framat í útlendskum høpi. Og hví skuldi tað ikki borið til, tá tær hava víst síni evni her heima? Møguleikar eru beint eystanfyri markið, t.d. hevur franska oljufelagið Total boðað frá, at tað hevur ætlanir um at útbyggja gassleiðing vestanfyri Hetland fyri einar 20 milliardir krónur. Hetta er afturat tí leitivirksemi, ið annars er vestanfyri Hetland. Eg eri tó fullgreiður yvir, at tað er ikki bara sum at siga tað, at sleppa framat.

 

Mugu skilja mentan

Í tí stóru myndini, er tað sjálvandi fyrst og fremst prospektiviteturin á føroyska landgrunninum, ið ger av, hvørt feløg hava áhuga at koma hendavegin. Men eisini onnur viðurskifti spæla ein leiklut.

 

Higartil hevur oljuvinnan og teir persónar, ið arbeiða í vinnuni, verið væl móttikin av føroyingum. Tað er í hvussu so er mín fatan. Ein leggur hetta kanska ikki so væl til merkis í tí dagliga, men týdningurin av tí, skal ikki undirmetast. Tað hevði kanska verið sjónligari, um samspælið var minni gott. Viðvirkandi til hesa støðuna er m.a. tann umboðan, ið oljufeløgini hava í Føroyum, tí tað er heilt vist, at tað er ótrúliga týdningarmikið, at feløgini leggja seg eftir at skilja føroyska mentan og føroysk viðurskifti annars.

 

Góða samspælið, hevur verið til fyrimuns fyri báðar partar, og vónandi kann henda gongd halda fram, har báðir partar sýna hvørjum øðrum virðing.

 

Við hesum fáu orðum fari eg at takka fyri og ynskja tykkum øllum eina góða ráðstevnu.