Løgmaður: Vit hava týdning fyri Bretland

Løgmaður hitti í dag bretska fiskimálaráðharran Michael Gove

 

Bretski fiskimálaráðharrin Michael Gove er í dag í Føroyum, her hann skal fundast við Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, og Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum.


Áðrenn hann fór á fund við landsstýrismenninar vitjaði hann tó fyrst Aksel V. Johannesen, løgmann, og umrøddu teir møguleikan at styrkja samstarvið millum londini í kjalarvørrinum av Brexit.


- Eg vóni, at vit fara undir eitt tætt og vælskipað samstarv millum londini komandi árini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni, og leggur afturat.


- Brexit er ein av okkara størstu uttanríkispolitisku avbjóðingum júst nú. Við Brexit kunnu vit vænta fleiri broytingar í handils- og fiskivinnu, ið eru hornasteinar í føroyskum uttanríkispolitikki. Bretski marknaðurin er millum størstu útflutningsmarknaðirnar hjá okkum. Tí er tað avgerandi, at vit leggja nógv fyri at styrkja okkara viðurskifti við Bretland. Mín greiða fatan, eftir at hava tosað við bretska ráðharran, er, at eisini vit hava týdning fyri Bretland. Eg vóni, at vit fara undir eitt tætt og vælskipað samstarv millum londini komandi árini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.


Løgmansskrivstovan upplýsir eisini, at bretski fiskivinnuráðharrin nýtti høvið at bjóða løgmanni á vitjan í Bretlandi.