Løgmaður: Vit hava mist evnini at vera nøgd

- Mong kenna seg miseydnað, tá lívið ikki er fullkomið. Men lívið er ongantíð fullkomið, segði Aksel V. Johannesen í nýggjársrøðuni

Støðuga strembanin eftir tí fullkomna lívinum kann skjótt gerast okkara óeydna.

Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í nýggjársrøðuni í kvøld.

- Vit liva í eini tíð, har einstaklingurin ofta er størri enn felagsskapurin. Vit skulu støðugt stremba eftir onkrum betri enn tí, sum vit hava. Vit skulu áhaldandi menna okkum, seta nýggj mál og finna nýggjar avbjóðingar. Og vit læra at halda, at einasta forðingin fyri míni egnu succés er eg sjálv ella sjálvur. Og miseydnast okkurt – ja, so er tað okkara egna skyld. Vit hava mist evnini at vera nøgd. Nøgd við tað, sum vit hava, og nøgd við tað, sum vit eru, segði løgmaður.

Hann vísti á, at talið av børnum og ungum við sálarligum trupulleikum er methøgt.

- Mong hokna undir tíðarinnar krøvum. Mong kenna seg miseydnað, tá lívið ikki er fullkomið. Men lívið er ongantíð fullkomið. Og úrslitið kann gerast, at fleiri gerast tunglynd og ráðaleys. Ikki tí, at nakað bagir teimum, men tí at tíðarandin sigur teimum, at okkurt er galið. Vit mugu ongantíð gloyma, at lívið eisini er mótburður, vónbrot og sorg, segði Aksel V. Johannesen.

Tráanin eftir tí fullkomna lívinum kann skjótt gerast okkara óeydna, heldur løgmaður.

- Vit gloyma, hvat í roynd og veru hevur týdning. Hvør meiningin er. Kanska er neyðugt at gera upp við eina “eg-mentan”, har tað hevur størri týdning, at onnur eru hugtikin av mínum lívi, enn at eg sjálv ella sjálvur havi tað gott, segði Aksel V. Johannesen.