Vit mugu út at selja okkara boðskap betur, tí tað er ikki rætt, at hetta er ein rein flatskattaskipan. Vit hava ein progressivitet í skipanini, segði Kaj Leo Johannesen fyri løtu síðani við sjónvarpið hjá Kringvarpinum.
Løgmaður heldur, at fakfeløgini ikki siga allan sannleikan, hann segði, at nógv fólk ikki skilja nýggju skattaskipanina hjá landsstýrinum, heldur ikki fakfelagsleiðarar. Hann vísir á, at innøtkur yvir 600.000 krónur hava eitt eyka skattaprosent upp á fimm, meðan inntøkur oman fyri eina millión gjalda 10 prosent eyka.
Men hetta verður als ikki ført fram av fakfeløgunum, segði løgmaður. Hann segði, at sjálvandi ávirkar ein slík mótmælisgonga, men svarið hjá honum var, at hann og samgongan má út at selja sín boðskap betur, tí talan er altso ikki um eina reina flatskattaskipan.
Sjálvandi ber tað ikki til at geva størri skattalætta til tær lægstu inntøkurnar, sum rinda so lágan skatt frammanundan, segði løgmaður
Løgmaður vísti eisini á, at fyrr hava tað eisini verið tær hægru inntøkurnar, sum fingu størsta lættan.
Soleiðis var eisini við skattauppskotinum hjá Tjóðveldinum í 2002 og við tí í 2004. Tá vóru tað tær høgru lønirnar, sum fingu størsta lættan, og tað sigur seg jú sjálvt, segði løgmaður við Kringvarpið.
Løgmaður segði eisini, at hann skilir væl, at andstøðan ger sær dælt av hesum mótmælistiltakinum.
Men flatskattauppskotið stendur við, segði løgmaður:
Vit hava eitt samgonguskjal, og tað halda vit okkum til, segði løgmaður.
(mynd: kvf)