Hóast tølini verða tulkað á ymsan hátt, alt eftir hvør lesur tey, so sigur løgmaður, at hann framvegis ikki er í iva um, at tað var rætt at seta Visjónsætlanina í verk.
- Tað var absolutt rætt við visjónini, tað ivist eg onga løtu í. Tí, um bara vit fáa fólk at hugsað longur inn í framtíðina, enn vit eru von við her á landi, so er visjónin eydnast og nógv vunnið, sigur løgmaður og vísir á, at vit hava lyndi til, at lata hovsa-loysnir og rákið stýra okkum, í staðin fyri at stíla eftir at vera best.
Í kanningini siga 12 prosent seg trúgva uppá, at vit verða fremsta samfelag í heiminum í 2015. Er løgmaður nøgdur við hetta?
- At bert 12 prosent trúgva uppá, at Føroyar verða eitt av heimsins fremstu samfeløgum í 2015 prógvar júst, hvussu stórur tørvur er á, at vit seta okkum sum mál, at gerast heimsins fremsta samfelag, sigur løgmaður, sum vónar, at Visjón 2015 hevur við sær, at minst 80 prosent av fólkinum fer at trúgva uppá, at vit kunnu gerast heimsins besta land, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Hann vísir á , at tá 42 prosent siga seg hava kjakast um visjónina, vísir hetta, at hugtakið hevur fest í.
- Hetta er eitt sera høgt tal, tí tað er sjáldsamt, at so stórur partur av fólkinum hevur áhuga fyri einum politiskum evni, sigur Jóannes Eidesgaard.
Kenna seg uttanfyri
Í kanningini siga 60 prosent seg ikki kenna seg sum ein part av Visjón 2015. Er hetta tal nøktandi fyri løgmann?
- Vit kunnu venda tí við, og tá síggja vit, at 31 prosent, ella triðihvør, longu kennir seg sum ein part av visjónini. Hetta er ótrúliga nógv og eitt rættiliga stórt tal fyri meg, sigur løgmaður, sum vísir á, at arbeiðið higartil hevur verið á einum politiskum stigi og at ongin almenn tiltøk hava verið.
- Hetta er í roynd og veru ein løgin spurningur, tí vanligi føroyingurin hevur ikki verið beinleiðis við enn. Men tá so nógv fólk úr øllum samfelagsbólkum eru uppi í arbeiðinum, so fara vit vónandi at røkka nærum øllum, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Fyrireikingarnar til Visjón 2015 eru enn í gongd, og tað er tí ikki er so løgið, at 60 prosent ikki kenna seg sum ein part av henni, sigur løgmaður.
Men hvat er tá endamálið við visjónini?
- Visjónin skal verða ein samfelagsmanualur til politisku skipanina at taka støðið í og at fáa íblástur frá. Ikki bara hjá sitandi samgongu, men minst líka nógv hjá komandi samgongum, og eg ivist ikki í, at visjónstilfarið verður ein týðandi liður í komandi samgongusamráðingum, greiðir Jóannes Eidesgaard, løgmaður frá. Og hann sigur víðari, at:
- Eg vil síggja tann politikara, sum torir at taka lívið av visjónsarbeiðinum, tí ongin rættsiktaður politikari fer at skjóta góðar ætlanir í sænk.
Úti millum fólk
Løgmaður sigur seg fegnast um, at hvussu fólk og feløg taka hugtakið til sín og seta sær mál fyri framtíðina.
- Hetta er júst eitt av endamálunum við visjónini, at vit her á landi læra at seta okkum mál og at miða móti teimum. Tá er tað ikki avgerandi, um ítøkiliga málið verður rokkið, tí sjálv mannagongdin við at hava eitt mál at miða eftir, eigur at vera drívmegin, sigur Jóannes Eidesgaard.
Men framvegis er tørvur á at fáa boðskapin út, hvussu ætlar landsstýrið at tað skal gerast?
Strategibólkarnir gera upplegg til Visjónstorgið, og úrslitið av arbeiðinum hjá strategibólkunum verður savnað í einum ritið, sum politikarar og onnur kunnu taka støðið í, tá ætlanir skulu leggjast fyri framtíðina. Harumframt verður alt arbeiðið savnað saman í ein bókling, sum kemur at liggja í hvørjum einasta føroyska heimið. Hetta aleina gevur vónandi íblástur og upplýsing um tiltakið, greiðir løgmaður frá.
- Tað hevur sjálvsagt týdning, at fólk kanna eitt tilknýtið til hetta, tí tað skal ikki vera eitt isolerað projekt, sigur hann. Og hann vísir á, at í løtuni arbeiða næstan allir felagsskapir um at hava eina visjón.
- Hetta er í sjálvum sær ein vinningur fyri landið.
Kanningin
Viðvíkjandi veljarakannigni hjá kanningarstovninum Fynd setir løgmaður spurnartekin við onkrar av præmissunum ella fortreytinum í sjálvari kanningini.
- Eitt nú sakni eg at spurt verður, um tað var skilagott av landsstýrinum at taka stig til Visjón 2015, ella hvat fólk halda um, at landsstýrið stingur út í kortið ætlanir fyri framtíðina, sigur løgmaður.