Tað kom ikki bara óvart á almenningin, tá Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrradagin frá eini løtu til aðra sleit politiska samstarvið við Tjóðveldi. Eisini landstýrisfólkini hjá Tjóðveldi stóðu sum kánus, tá tey fingu boðini á leið samstundis sum fjølmiðlarnir. Tískil fingu tey heldur onga tíð at umráða seg, áðrenn fjølmiðlarnir komu kropp á kroppi at fregnast eftir teirra viðmerkingum til uppsøgnina.
Óvirðiligur máti
Løgmaður ásannar, at tjólveldisfólk fingu boðini á ein óvirðiligan hátt og harmast um, at hetta setti tey í eina keðiliga støðu mótvegis almenninginum.
Hinvegin dugir hann illa at síggja, hvussu hann kundi handfarið støðuna øðrvísi.
- Eg sigi ikki, at tey ikki kundu havt fingið boðini ein tíma fyrr. Hinvegin er tað onki óvanligt í, at slíkar uppsøgnir koma brádliga og ikki eru til diskussión. Tað eru treytirnar, politikarar mugu liva við, tá politiski turbulensurin er so stórur, sum hann hevur verið, sigur Jóannes Eidesgaard.
Eisini viðgongur løgmaður at tað er sera óvirðiligt, at tað nú sær út sum at eitt klandur um skrivstovur gjørdi enda á samgonguni.
- Hetta snúði seg í veruleikanum ongantíð um eina skrivstovu. Kjarnin í málinum var, at ivi varð sáddur um mynduleikin hjá landsins hægsta embæti, og tað kann eg, sum løgmaður, ikki liva við, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann vil nevniliga framvegis vera við, at varaløgmaður Høgni Hoydal hevur handlað móti boðunum hjá løgmanni, hóast Høgni Hoydal ferð eftir ferð hevur víst hesum aftur.










