Løgmaður vildi ikki svara spurningum á Tingi

Kaj leo Johannesen, løgmaður, vildi ikki svara trimum fyrispurnigum í Løgtinginum í dag Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sýtti fyri at svara spurningum um Europapolitikkin hjá samgonguni í løgtinginum í dag.

Í einum føri vísti løgmaður einum spurningi frá Tórbirni Jacobsen frá sær, tí hann helt, at hann í staðin skuldi setast landsstýrismanninum í uttanríkismálum skrivliga. Hann vísti eisini tveimum øðrum fyrispurningum frá Torbirni Jacobsen og Høgna Hoydal frá sær.

-Tað er undir alt lágmark og inkompetent av einum løgmanni at melda seg úr politisku skipanini, soleiðis sum Kaj Leo Johannesen gjørdi tað í dag, sigur Tórbjørn Jacobsen við útvarpið hjá Kringvarpinum.