Løgmaður vil í IOC

Á løgtingsfundinum í gjár svaraði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, einum fyrispurningi frá Sjúrða Skaale um føroyskan limaskap í IOC

Spurningurin um føroyskan limaskap í IOC, Altjóða Olympisku Nevndini, hevur verið uppi og vent nakrar ferðir.
Søguliga søkti ÍSF um limaskap í Olympisku Nevndini, men síðani hevur málið meira ella minni stilt. Nú er tað so komi upp aftur.
- Tað, sum vit hava avrátt nú, eftir at eg havi havt ein fund við ÍSF-forsetan í síðstu viku, er, at vit skulu leggja eina strategi um, hvussu vit kunnu nærkast teimum, sum hava nakað at siga innan fyri felagsskapin. Tað er eisini ein breið semja í Løgtinginum, at vit sulu stuðla har vit kunnu, og tað havi eg so átikið mær, eisini sum verji fyri ítróttin, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Hann hevur tí fingið greiði á, heilt ítøkiligt hvat tað er, ið ÍSF vil hava landsstýrið at gera í hesum máli.
- Eg havi kanna egtir, hvat tað er, ÍSF vil hava okkum at gera, so vit kunnu fáa staðfest um tað letur seg gera, at fáa umsóknina, sum liggur hjá IOC, uppaftur tikna, sigur løgmaður.
Støðan er nevniliga hon, at nøkur ár eftir, at Føroyar høvdu søkt um limaskap í Altjóða Olympisku Nevndinil, broytti IOC reglarnar fyri, hvørji lond kundu gerast limir, og ein avgerandi broyting var kravið um, at londini skuldu vera sjálvstøðug.

Albert Prinsur
Samstundis vóru tað lond við somu ríkisrættaligu støðu sum vit, ið søktu um limaskap um sama mundi og fingu hann.
- Vit fara tí at stuðla ÍSF í at fáa ta umsóknina uppaftur tikna, og har havi eg so havt samband við onkran av limunum í IOC. Eg havi havt samband við og sent tilfar til Albert Prins av Monaco, sum hevur sitið í Olympisu Nevdinin leingi, sigur Kaj Leo Johannesen.
Albert Prinsur er ein av tungu dreingjumu í IOC, og nú bíðar løgmaður so eftir, at ÍSF-forsetin kemur aftur, so hann, saman við øðrum kunnu seta ein strategibólk niður fyri at finna best gongdu leiðina.
- Mín meting er, at teir ambassadørar vit hava innan ítróttina, eitt nú Pál Joensen, eru góðar grundgevingar fyri, at vit kunnu nærkast IOC. Hartil eru vit í teirri støðu, at vit eru í einum ríkisfelagsskapi, har fyrrverandi danski forsætismálaráðharrin hevur skrivað eitt bræv til IOC, har hann vegna donsku stjórnina stuðlar upp undir og mælir til, at vit fáa limaskap í IOC, sigur Kaj Leo Johannesen.