Løgmaður vil ikki finnast at Poul Michelsen

Vit kunnu hava ymsar meiningar um avgerðina hjá Poul Michelsen um ikki at møta á fundi, men fyri tað hevur hann ikki misrøkt sítt starv, sigur løgmaður

Útnorðuravtalan, sum Føroyar, Ísland og Grønland skrivaðu undir í fjør er ikki annað enn ein yvirlýsing um ætlað nærri samstarv.

 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann um avtaluna, Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, skrivaði undir í fjør við íslendingar og grønlendingar um samstarv.

 

Sjálvur sigur Poul Michelsen, at talan er ikki um eina bindandi avtalu, men um eina politiska yvirlýsing.

 

Men Danska stjórnin metir tað øðrvísi og sigur, at talan er um eina bindandi avtalu. Tí hevur danska stjørnin boðað frá, at avtalan verður ógildað, tí tað er bara danska stjórnin, sum kann gera slíkar bindandi sáttmálar fyri ríkið.

 

Hetta leyp ilt í Poul Michelsen og hann staðfesti, at hetta er enn eitt dømi um, hvussu stórur fótongul Danska stjórnin er fyri uttanríkispolitiskum framstigum hjá Føroyum. Og sum ein avleiðing av tí, noktaði Poul Michelsen at fara á eina ráðstevnu í Keypmannahavn um Arktis hóast hann har skuldi vera ein av vertunum.

 

Poul Michelsen sá einki endamál at fara á ráðstevnuna, tá ið danska stjørnin hevði so lítla virðing fyri okkara sjálvsavgerðarrætti.

 

– Eg tími ikki til Danmarkar at standa til pynt, segði Poul Michelsen við útvarpið.

 

Og nú vildi Edmund Joensen hava at vita frá løgmanni, hvat vendir upp og niður í hesum máli, og hann spyr eisini um Poul Michelsen framvegis kann metast at hava røkt sítt starv á fullgóðan hátt, tá ið hann noktar at møta á einum fundi »har landsins áhugamál eru til viðgerðar«, sum Edmund Joensen málber seg.

 

Aksel V. Johannesen er samdur við Poul Michelsen í, at avtalan við Ísland og Grønland er ikki annað enn ein yvirlýsing um at samstarva meiri.

 

Tað eru ongar veruligar bindingar í avtaluni, men hon er einans ein semju um, at ráðharrarnir skulu hittast eina ferð um árið. Harumframt skal ein arbeiðsbólkur skal umsita avtaluna við tí endamáli at virka fyri styrktum samstarvi landanna millum, sigur løgmaður.

 

Annars heldur løgmaður, at tað kunnu vera ymiskar meiningar um tað var rætt at fara á ráðstevnuna í Keypmannahavn um Arktiskt, ella ikki.

 

– Landsstýrismaðurin fór ikki, men tað hevur ikki givið mær orsøk til at halda, at hann ikki umsitur sítt málsøki á fullgóðan hátt, sigur løgmaður. Hann staðfestur eisini, at tað er landsstýrismaðurin, sum myndar uttanlandsráðið úteftir, og stendur til svars fyri tær avgerðir, sum verða tiknar.