Løgmaður vil hava færri tingfólk

- At Føroya Løgting skal vera mannað við 33 tinglimum, er alt ov nógv, sigur Kaj Leo Johannsen, løgmaður, við Sosialin. Stóð tað til hann, vóru 10 tingfólk færri. Nú ein nógv umrødd nevnd er sett at endurskoða okkara valskipan, mælir løgmaður til, at hon í hesum sambandi eisini tekur spurningin upp um, hvussu nógvir limir skulu vera í Løgtinginum.

Heldur enn at lækka lønina hjá tingfólki, heldur hann tað verða skilabetri at lækka talið á tingfólki..

- Álvaratos altso, er tað neyðugt at hava 33 tinglimir at stýra Føroyum, spyr løgmaður.

Sjálvur heldur hann, at eitt tingmannatal upp á 23 er hóskandi fyri eitt samfelag sum tað føroyska.

- Skulu vit tosa um at spara, vildi eg persónliga nógv heldur viðgjørt spurningin um at lækka tingmannatalið enn eg eri sinnaður at viðgerða spurningin um at lækka lønirnar, sigur Kaj Leo Johannesen.