Tíðin er búgvin at endurskoða ásetingarnar í vápnalógini um, hvørji vápn skulu vera lóglig og hvørji vápn eiga at vera bannað.
Tað gjørdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, greitt undir orðaskiftinum um vápnalógina í Løgtinginum í gjár.
Boðini koma, eftir at Absalon Áargarð, formaður í Politistafelagnum, herfyri vísti á, at elektrisk vápn, so sum tasarar og stun guns, framvegis eru lóglig í Føroyum. Formaðurin í Politistafelagnum vísti tá á, at hesi vápnini hava eittans endamál, og tað er at skaða fólk. Absalon Áargarð metti tí, at neyðugt varð at broyta vápnalógina, soleiðis at hesi vápnini eisini verða ólóglig.
Og hesum tekur løgmaður eftir øllum at døma undir við.
– Fleiri vápn, sum í dag eru loyvd, kunnu elva til stóran skaða. Tí er neyðugt at hyggja nærri at, um vit eiga at bannað fleiri teirra, heldur Bárður á Steig Nielsen, sum umframt at røkja løgmansembætið, eisini hevur ábyrgd av lógarmálum í landsstýrinum.