Løgmaður vil einki siga um stjórnarskipanina

Málið um stjórnarskipan Føroya er endaliga deytt og jarðað. Í øllum førum var tað greiði boðsakpurin frá fólkatingsmanninum hjá Sambandsflokkinum til danska Fólkatingið í gjárkvøldið.

Hóast Edmund Joensen, fólkatingslimur hjá Sambandsflokkinum í gjár undir fíggjarlógarviðgerðini í Fólkatinginum boðaði frá, at arbeiðið í stjórnarskipanarmálinum endaliga varð steðgað og jarðað, so vil løgmaður ikki vátta hesi tíðindni. Einasta viðmerking hansara, tá vit spyrja um málið er, enn sum fleiri ferðir áður:

»Onga viðmerking v kaj leo«.

Men vit loyva okkum kortini at sitera tað, sum Edmund Joensen segði í Fólkatinginum í gjár, tá fíggjarlógin var til viðgerðar.

– ...»for en god ordens skyld«... Nýggja landsstýrið ætlar IKKI at arbeiða víðari við uppskotinum um stjórnarskipan Føroya.

Síðani segði hann, at hann vónaði, at vit við hesum eru vit liðug við tað slítandi orðaskiftið um, hvørja støðu danska grundlógin hevur í Føroyum.

Øll røðan hjá Edmundi Joensen sæst VIÐ AT TRÝSTA HER og KANN LESAST HER