Løgmaður vil nú hava nýggjar reglur fyri, hvussu nógva løn og samsýning, landsstýrisfólk skulu hava.
Í hesum sambandi skulu setanarviðurskiftini hjá landsstýrisfólkum eisini endurskoðast.
Endamálið er, at lønar- og setanarviðurskiftini hjá landstýrisfólkum skulu vera so røtt og rímilig, sum tilber, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Fyrsta stig í hesi tilgongdini er, at løgmaður hevur biðið føroysku umboðini í dómaratilnevningarnevndini um uppskot um limir til eina óhefta nevnd, ið skal geva honum tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna.?
Við støði í hesum tilmæli verður uppskot gjørt um nýggjar lógarreglur, ið skulu leggjast fyri formenninar í øllum politisku flokkunum.
Síðani verður uppskotið lagt fyri løgtingið at taka støðu til og miðað verður eftir at koma á mál komandi ársskifti.?
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður sigur, at tað hevur sera stóran týdning, at setanarviðurskiftini hjá landsstýrisfólkunum eru í javnvág við setanar- og lønarlagið í samfelagnum, samstundis sum tey eru í samsvar við ta ábyrgdina embætini hava við sær.
Løgmansskrivstovan hevur kannað møguleikan við eini skipan líkt henni í Íslandi, har ein óheft nevnd ásetir samsýningarnar, uttan at tær skulu leggjast fyri tingið.
Ein tílík skipan krevur tó broyting í stýrisskipanarlógini, sum krevur, at tvey fylgjandi løgting samtykkja hesa lógarbroyting.
Hann heldur kortini, at samsýningarnar til landsstýrisfólk eiga at verða endurskoðarar, og ber lógaruppskotið, hann fer at leggja fyri tingið í heyst, ikki á mál, verður farið undir tilgongdina at broyta stýrisskipanarlógina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.









