Løgmaður: Við ella uttan Fólkaflokkin

-Eg vóni tað verður við stuðli frá Fólkaflokkinum, men uppskotið verður borið í Løgtingið í morgin ? við ella uttan Fólkaflokkin. Tað sigur løgmaður í dag. Fólkaflokkurin rýmdi í dag frá samráðingunum um karmarnar til eina komandi fíggjarlóg, og orsøkin er, at flokkarnir ikki eru samdir um hvussu stórar sparingarnar skulu verða.

Men Kaj Leo Johannesen, løgmaður, er ikki stúrin, tí uppskotið verður borið í Løgtingi undir øllum umstøðum.

-Tað er eingin loyna, at nógv togarí er um sparingarnar á fíggjarlógini, men eg vóni, at Fólkaflokkurin í síðasta enda stuðlar samgonguni, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, við Miðlahúsið í dag.

Nú frættist, at uppskotið í roynd og veru ikki noyðist at verða løgtingsformanninum í hendi í morgin, men kann bíða til 1. Apríl. Kortini lovar løgmaður, at uppskotið verður borið í tingið í morgin, og tað við ella uttan Fólkaflokkin.