- Vit áttu at umhugsað, um mannagongdirnar fyri hvussu vit velja borgarstjóra eru rættar, tó ofta vísir tað seg, at tað, sum fólkið velur, tað fær fólkið ikki. Veljarin vil hava Heðin. Nú sær úrslitið út til at blíva nakað heilt annað enn tað, veljarin ynskti, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Aksel V. Johannesen sigur, at Heðin Mortensen hevur allan rætt til at verða beiskur um tað, sum fór fram í gjár.
- Hann er fyrst valdur og hevur gjørt eitt kanón val persónliga, hann hevði eina undirskrivaða avtalu við Anniku Olsen og Boga Andreasen, sum tey síðani lupu frá, og tað er ikki álitisvekjandi á politisku skipanina og styrkir ikki trúvirði, sigur løgmaður.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við løgmann.










