Løgmaður vakið eyga við gegni

- Í fjølmiðlunum verður róð fram undir, at politikkur at fáa sum mest av makrelinum upp á land í Føroyum skapar ein gegnistrupulleika, tí landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er svágur ein reiðara og virkiseigara. Løgmaður ger í hesum sambandi greitt, at møguligir gegnistrupulleikar í landsstýrinum vera tiknir í størsta álvara. Í hesum málinum hevur løgmaður ikki enn nakað gegnismál at fyrihalda seg til.

Í tíðindaskrivi seint í dag skrivar løgmaður, Kaj Leo Johannesen, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur í nøkrum førum mett, at hann er ógegnigur í sambandi við ítøkilig mál, sum hava verið til viðgerðar í Fiskimálaráðnum. Eisini aðrir landsstýrismenn hava mett seg ógegnigar í málum, sum hava verið til viðgerðar í teirra stjórnarráðum. Í slíkum málum hevur løgmaður annaðhvørt tikið yvir politisku og fyrisitingarligu ábyrgdina - ella hevur hann flutt hesa til annan landsstýrismann.

- Løgmaður bað hin 23. november 2011 landsstýrismannin í fiskivinnumálum um eitt yvirlit yvir mál á hansara øki, har spurningur kann setast við gegnið. Løgmaður væntar at fáa hetta yvirlit ein av komandi døgunum, og tá hevur løgmaður eitt grundarlag at halda seg til, sigur Kaj Leo Johannesen.

Viðvíkjandi tíðindunum í Degi & Viku hóskvøldið 5. januar 2012, hevur løgmaður hetta at siga:

“Tíðindini í Degi & Viku høvdu ta fortreyt, at talan bert verður um ein keypara, sum kemur at taka ímóti makreli í ár. Hesa fortreyt kenni eg einki til. Samgonguskjalið leggur upp til, at sum mest av fiski skal koma uppá land í Føroyum fyri at tryggja eitt nú føroysk arbeiðspláss. Tí verður avgjald lagt á avreiðingar, sum ikki fara um føroyskan bryggjukant. Føroysk móðurskip eru undantikin hesum kravinum, og roknast má við, at eisini í 2012 verður talan um at loyva móðurskipum at taka ímóti makreli, sum verður fiskaður undir Føroyum", er altso viðmerkingin hjá løgmanni, Kaj Leo Johannesen, til hetta mál.