Høgni Hoydal hevur spælt solospæl í dag.
Hetta staðfestir Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum í hesi løtu er á veg í flogfarið frá Heatrow floghavnini í London til Kastrup í Keypmannahavn.
Løgmaður er júst vorðin kunnaður av sínum partamonnum, um tað, sum er farið fram í Føroyum í dag, og hann er týðuliga argur um støðuna.
? Hevur Høgni lagt eitt mál fram, uttan at semja er um tað, hevur hann greitt gjørt móti tí, eg ávaraði hann um í morgun. Hetta fer sjálvsagt at fáa avleiðingar, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Seinasta ávaringin
Løgmaður er ógvuliga argur inn á Høgna Hoydal. Hann staðfestir, at Høgni nú fær sína seinastu ávaring, og skal taka uppskotið aftur.
? Nú siti eg her í London, og tí er torført at taka nakra avgerð. Men fer Høgni Hoydal ikki at taka uppskotið aftur, er álitisbrotið púra greitt, og so hevur Tjóðveldisflokkurin meldað seg úr samgonguni, staðfestir Anfinn Kallsberg á veg út í flogarið.
Anfinn Kallsberg vil ikki meta um, hvat hendir, um samgongan slitnar. Hann staðfestir bert, at so er ein nýggj politisk støða.
Jóannes Eidesgaard og Óli Breckmann eru báðir í hesi løtu staddir í Keypmannahavn, og løgmaður verður har um tveir tímar ella so. Tí er spurningurin, um hesir fara at tosa saman um nýggja samgongu í kvøld. Men løgmaður hevur ongar konkretar ætlanir um hetta.
? Eg veit ikki, um teir eru í Keypmannhavn, og eg veit heldur ikki, hvat teir gera. Eg havi so ongar avtalur við teir, sigur hann.
Anfinn Kallsberg hevur enn ikki gjørt sær greitt, um hann fer at viðgera støðuna saman við Høgna Hoydal í annaðkvøld, tá hann kemur aftur til Føroya, ella um hann bíðar til fríggjadagin.