Løgmaður um skattalættan

Ikki óvæntað fingu skattalættarnir hjá samgonguni drúgva og hvassorðaða móttøku. Tað ber altíð til at finna skeivleikar og okkurt, sum kundi verið øðrvísi frágingið í slíkum málum. Men eitt aðalmál var at hækka loftið fyri, nær ymsu inntøkurnar vórðu toppskattaðar. Áðrenn fyrsta skattalættan var hetta loft 185.000 kr. Hetta loft verður komandi árskifti 270.000 kr., og tá kunnu eisini handverkarar og onnur fólk við miðalinntøku sleppa undan toppskatti av seinast vunnu krónunum. Í løtuni arbeiðir landsstýrið við einum nýggjum og áhugaverdum skattapolitiskum uppskoti, ið minkar um misjavnan millum ymsu inntøkubólkarnar og misjavnan millum øki í landinum.