Veruliga orsøkin til, at Løgmaður varpar Tjóðveldið úr samgonguni, er at hann torir ikki at taka ábyrgdina longur, heldur Høgni Hoydal
Tað er ikki hjá Tjóðveldinum, at skógvurin trýstur, men hjá løgmanni sjálvum.
Tað heldur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, nú Tjóðveldið brádliga koyrt úr samgonguni nú seinnapartin.
Formaður Tjóðveldisfloksins heldur, at veruliga orsøkin til uppsøgnina, er, at løgmaður ikki torir at standa við ábyrgdini longur og tí skal finna onkra umbering fyri at sleppa undan.
Hann heldur, at løgmaður hevur onki gjørt fyri at fáa samgonguna at halda fram, tí Tjóðveldið fekk ikki boð um uppsøgnina fyrrenn fimm minuttir áðrenn hon varð almannakunngjørd.
- Hetta er ein umbering hjá løgmanni fyri at sleppa undan eini støðu, sum hann ikki vil vera í longur, segði Høgni Hoydal við Rás2 nú klokkan fimm.
Sjálvur vísir hann á, tey næstu árini skulu ógvuliga tórførar avgerðir takast í sambandi við fíggjarlógina og avgerðin, sum løgmaður hevur tikið, er fyri at fáa eina umbering fyri at sleppa undan teirri ábyrgdini