Løgmaður ætlar ikki at skjóta upp broytingar í stýrisskipanarlógini

Orsøkin er heilt einfalt hon, at Føroya løgting hevur samtykt at seta nevnd at gera uppskot til nýggja føroyska grundlóg. Sum ein partur av hesum arbeiði inngongur verandi stýrisskipanarlóg. Tí verða møguligar broytingar av stýrisskipanarlógini partur av hesum arbeiði, sigur Annfinn Kallsberg, løgmaður, í svari sínum til Lisbeth L. Petersen

Ólavur í Beiti


Lisbeth L. Petersen setti løgmanni herfyri tveir spurningar og vildi hava at vita, hvat løgmaður ætlar at gera, um landsstýrismaður ikki ger eftir samtykt løgtingsins ella røkir skyldur sínar sambært galdandi lóg? Og í øðrum lagi vildi Lisbeth L. Petersen hava at vita, um sitandi løgmaður ætlar at skjóta upp broytingar í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya?

Í svari sínum til sambandstingmannin vísir løgmaður til fleiri paragraffar í stýrisskipanarlógini viðvíkjandi tilnevning av landsstýrismonnum, at loysa landsstýrismenn úr embæti, eftirliti við, at hvør landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt og at løgmaður og landsstýrismenn hava rættarliga ábyrgd av fyrisitingini av teimum málsøkjum, sum løgd eru til teirra.

? Út frá omanfyri standandi er tað skylda løgmans at syrgja fyri, at landsstýrismenn gera eftir samtyktum løgtingsins, ella røkja sínar skyldur sambært galdandi lóg. Gera teir ikki tað, kann løgmaður loysa landsstýrismann úr embæti. Løgtingið hevur eisini møguleika at reisa misálit á landsstýrismann ella løgmann sambært, vísir løgmaður á.


Nøktandi viðgerð

Síðan sigur løgmaður, at til fyrra málið er at siga, at onkrar misskiljingar og mistulkingar í fjølmiðlunum vóru orsøkin til ógreiðu tíðindini.

? Til seinna málið er at siga, at eg meti málið at hava fingið nøktandi viðgerð. Arbeitt verður tó framvegis við málinum. Áðrenn lógin kann setast í gildi, skulu samráðingar verða millum danska kirkjumálaráðharran og landsstýrismannin í mentamálum um partar av lógini. Harafturat skulu kunngerðir gerast. Hetta arbeiði er ikki liðugt, og roknað verður við, at tað tekur nakað av tíð enn. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur tí sent løgtinginum uppskot um ríkislógartilmæli, til tess at leingja um ígildissetanarfreistina.

? Løgmaður ætlar ikki at skjóta upp broytingar í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya. Orsøkin er heilt einfalt hon, at Føroya løgting hevur samtykt at seta nevnd at gera uppskot til nýggja føroyska grundlóg. Sum ein partur av hesum arbeiði inngongur verandi stýrisskipanarlóg. Tí verða møguligar broytingar av stýrisskipanarlógini partur av hesum arbeiði, sigur Anfinn Kallsberg at enda í svari sínum til Lisbeth L. Petersen.