Skulu vit hava ein felags forstjóra fyri øll tey trý sjúkrahúsini, ella ikki?
Tað er ein spurningur, nógvir politikarar kring um í landinum hava eina greiða meining um - ikki um at tala politikarar úr Norðoyggjum.
Tað kann eisini væl vera, at maðurin í landsins hægsta embæti, Aksel V. Johannesen hevur eina greiða meining um hetta.
Men hann vil ikki út við henni.
Øll úr Norðoyggjum, sum sita á Løgtinginum, ella í landsstýrinum, vilja ikki vita av ætlanini um at seta ein forstjóra fyri øll tey trý sjúkrahúsini.
Tann einasti, sum sær ein fyrimun við tí, er Kristin Michelsen av Tvøroyri, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, tí hann heldur, at tað kann vera ein fyrimunur í sambandi við ætlanina at býta virksemið sundur ímillum tey trý sjúkrahúsini.
Aksel V, Johannesen sigur, at hann hevur onga viðmerking til ætlanina at skipa tey trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu.
Hann vísir á, at í september verður aðalorðaskifti í Løgtinginum um menningarætlanina og hann ætlar at geva Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, arbeiðsfrið at loysa málið, og at finna eina politiska semju um, hvussu viðurskiftini skulu skipast.










