Á Hetlandsferðini 10 og 11 septemberm, skal løgmaður hitta starvsfelagarnar í oyggjasamfeløgunum fyri sunnan, tað eru stjórnarleiðararnir í Hetlandi, í Orknoy og í Suðuroyggjum, skrivar Shetland Times í morgun.
Hetta er triðju ferð at teir fýra stjórnarleiðararnir hittast at tosa um viðurskifti av felags áhuga
Áðrenn løgmaður kemur heimaftur, skal hann seta eina norðuratlantiska ráðstevnu um varandi orku í fjarskotnum økjum.










