Løgmaður tikin á bóli

Tað tykist sum at stjórnarleiðarar um allan heimin hava eitt sindur torført við at trúgva úrslitinum av bretsku fólkaatkvøðuni, har veljararnir valdu at ryggin til ES. Hvørt fall tykist at úrslitið er komi heilt óvæntað at tey flestu, harímillum eisini á Aksel V. Johannesen, løgmann.


- Úrslitið kemur eitt sindur óvart á meg. Hetta er ein spildurnýggj støða, sum ávirkar alt Evropa. Tá so stór óvissa valdar á fleiri økjum, er tað trupult at siga heilt ítøkiliga, hvussu úrslitið fer at ávirka okkum í Føroyum. Tað er hugsandi, at okkara viðurskifti við Stórabretland á handils- og  fiskivinnuøkinum kunnu broytast, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.


Løgmaður ger, eins og Poul Michelsen gjørdi í samrøðu við Sosialin mánadagin, og Áki Johansen, sendiharri í London, við in.fo í morgun, greitt, at landsstýrið og sendistovan fylgja væl við gongdini í Bretland. 


- Landsstýrið og sendistova Føroya í London fylgja væl við gongdini. Stórabretland er ein týdningarmikil samstarvsfelagi, og málið er sjálvsagt, at vit framhaldandi fara at hava gott handils- og fiskivinnusamstarv við Stórabretland, sigur løgmaður.