Løgmaður tók røttu avgerðina

Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, fegnast um, at løgmaður endiliga er komin til eina niðurstøðu í málinum um setanina av landsantikvari. Hann heldur, at Anfinn Kallsberg tók røttu avgerðina, men tó heldur formaðurin, at løgmaður hevur víst ókonsekvens viðvíkjandi eftirliti av landsstýrismonnum

? Eg fegnist um, at tað endiliga hendi okkurt í hesum málinum, og at løgmaður endiliga fekk tikið seg saman til at gera nakað, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum.
Formaður Javnaðarfloksins heldur, at løgmaður tók røttu avgerðina.
? Nú setanarbræv og alt annað var avgreitt, hevði løgmaður ikki nógv annað í at velja. Hevði hann gjørt okkurt fyrr, so hevði hann kunnað givið eina átalu, men so var ikki.
Sjálvt um Jóannes Eidesgaard heldur, at løgmaður hevur tikið røttu avgerðina, so skilir hann væl Høgna Hoydal.
? At eg gevi løgmanni rætt vil ikki siga, at eg eri ósamdur við Høgna Hoydal. Løgmaður hevur í hesum málinum víst, at hann ikki er konsekventur viðvíkjandi eftirlitinum av sínum landsstýrismonnum. Vit minnast øll rumblið við Landsverksfrøðinginum, og tá lat hann málið bara vera mál.
? Nú hava vit sæð, at løgmaður er farin við klóm og nevi at verja ein landsstýrismann hjá sínum egna flokki. Men málið sæð fyri seg sjálvt, so hevur løgmaður tikið røttu avgerðina.

Rumbul

Jóannes Eidesgaard sigur, at hann roknar við at samgongan hevur vant seg við, at ósemjur eru ein partur av gerandisdegnum.
? Nú er hetta málið ikki meira enn farið afturum, og so byrjar málið um hasi fiskiloyvini norðuri í Klaksvík. Samgongan fer frá einum rumbulsmálið til tað næsta, og hetta er vorðið til teirra hátt at stýra uppá.
Sum borgari og politikari, sum ikki hevur ávirkan á samgonguna, heldur Jóannes Eidesgaard, at henda gongdin kann koma at skaða samfelagið. Bæði einstaklingin, húskið og vinnurekandi.
? Ein stjórn eigur at borga fyri stabiliteti og arbeiðsgleði, har ein fegnast um at fáa nøkur úrslit. Á henda hátt, sum arbeitt verður nú, kemur ikki nógv av skafti.
? Eg haldi, at samgongan átti at stungið fingurin í jørðina og latið onnur sloppið framat. Stríð og ósemjur kunnu ikki vera gerandiskostur í eini stjórn, sigur formaðurin at enda.