Taalan er um deildarstjóran Anni á Hædd í innlendismálaráðnum.
Jenis av Rana vildi hava at vita, hvussu tað ber til, at eitt starv knappliga var tókt til Anni á Hædd á Umhvørvisstovuni.
Løgmaður segði, at fleiri dømir eru um, at starvsfólk flyta millum stjórarráð og stovnar uttan at størv eru lýst leys. Hann segði, at hetta er roknað sum ein arbeiðsgevararættur at flyta fólk millum størv í ráðum ella stovnum.
Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin, helt, at talan er um eitt álvarsligt mál, sum vísir hvussu arbeiðslagið er í samgonguni. Hann vildi vita um løgmaður er nøgdur við at tað eru embætisfókini, sum reka politikk og ikki landsstýriskvinnan.
Bill Justinussen, Miðflokkurin, spyr um tað er í lagi, at ein persónur, sum leiðslan hevur mist álit á, kann setast í eitt so týdningarmikið starv sum á umhvørvisøkinum.
Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, segði, at tað er vanligt at flyta fólk, men ikki fólk, sum skipanin hevur mist álit á.
Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, undraðist á, at eitt starv verður niðurlagt og eitt annað upprættað uttan at tað er lýst leyst.
Jørgen Niclassen, Fólkaflokkurin. vildi vita um ikki okkurt er galið í innlendismálaráðnum, tá ið starvsfólkið kann brúkasst á øðrums tovni.
Jenis á Rana segði, at leiðslan hevur sagt seg ikki hava álit á starvsfólkinum, sum fekk eitt ætlanarskriv um uppsøgn. Knappliga fær viðkomandi eitt annað starv við serfrøðingaviðbót.
-Viðkomandi fekk eitt misálit, men so knappliga vendist alt. Hví, spurdi Jenis av Rana.
Løgmaður segði, at talan er ikki um eitt politiskt mál, mnen eitt fyrisitingarmál. Hann segði eisini, at tá ið hoyrignsskriv kom til málið, tá vísti tað seg ivasamt um viðkomandi kundi sigast úr starvi.
Jenis av Rana segði, at lønin er tann sama hjá starvsfólkinum, sum hon fekk sum deildarstjóri.
-Løgmaður burdi havt áhuga fyri at vita, hvat tað er sum hendir handan tjøldini. Eg havi onki svar fingið uppá mín spurning, segði Jenis av Rana.
Svarið hjá løgmanni var endurtikið. Vanligt er, at fólk verða flutt millum stjórarráð og stovnar, segði løgmaður.