Hans Enoksen og fylgi hava verið á vitjan í Føroyum um vikuskiftið. Eitt av málunum, ið kom á breddan, tá løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin samskiftu, var stríðið hjá grønlendingum at vinna sær rættindi í undirgrundarmálinum og samráðingarnar við danir í hesum sambandi.
Hans Enoksen nevndi sjálvstýrisnevndina, ið hevur arbeitt við at finna nýggja skipan í viðurskiftunum millum Grønland og Danmark.
- Knúturin tykist vera undirgrundin, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Grønlendingar vilja fegnir hava loysn, sum er lík føroysku avtaluni við danir.
- Teir hildu seg hava funnið eina semju, men so bar ikki til hóast alt, sigur løgmaður, og minnir á, at føroyingar á sinni fingu grønlendsku loysnina í boði, men mettu hetta at vera ov lítið.
Hendan avtalan hevur við sær, at tað, ið vunnið verður úr undirgrundini, verður býtt helvt um helvt millum partarnar.
- Føroyingar og grønlendingar eiga sjálvsagt at sleppa at nýta náttúrliga tilfeingið, og eg vóni, at grønlendingar halda fast í at velja føroysku loysnina, sigur løgmaður Jóannes Eidesgaard.
- Eg dugi ikki at skilja, at Danmark kann liva við, at Grønland nú 15 ár seinni fær eina avtalu, sum er verri enn tann føroyska, sigur løgmaður.
Føroyska loysnin 15 ár
- Undirgrundarmálið og føroyska avtalan er skúladømi um, at politiskt treiskni skal til. Tað eru 32 ár síðani, at føroysingar settu hol á samráðingarnar og samráðingarnar vardu í 17 ár. Í dag eru 15 ár síðani undirskrivingin fór fram og avtalan kom undir land, sigur løgmaður, og leggur afturat, at hetta er dømi um, at tað loysir seg at stríðast og ikki velja løttu loysninar.
Avtalan er 15 ár í dag og tá undirskrivingin fór fram, var hetta eisini á 60 ára degnum hjá Atla Dam, sum tá var løgmaður, og sum stóð á odda í samráðingunum við danir. Atli Dam, sáli, hevði sostatt verið 75 ár í dag og løgmaður hugleiðir:
- Atli Dam var markantur politikari og undirgrundarmálið stendur sterkt á hansara politisku leið. Tað er vert at minnast, at Atli mest samráddist við sínar paratamenn, so at siga, tí Anker Jørgensen sat við róðrið í Danmark, men Atli fekk als ongar sersømdir, og tað gjørdist ein konservativur forsætisráðharri, sum tók endaligu avgerðina, so føroyingar fingu undirgrundarrættindi, sigur løgmaður.
- Undirgrundarmálið stendur óivað eftir sum eitt lívsverk hjá Atla Dam, og hetta var eisini eitt satt bragd, og hetta er eisini eitt mál av sera stórum týdningi, sigur Jóannes Eidesgaars, løgmaður.
Stuðlar grønlendingum
Men hvar stendur løgmaður, nú grønlendingar stríðast fyri sínum rættinum til undirgrundina?
- Óivað er ríkidømi í undirgrundini, so hetta er mál av stórum týdningi. Tað eru í dag 15 ár síðani, at føroyingar skrivaðu undir, og enn rennur ongin olja. Hetta er langtíðar politikkur og tað hevur týdning at hava fokus og minnast, hvat málið snýr seg um. Eg segði við Hans Enoksen á vitjan hansara her, at spyr hann meg til ráðs, so sigi eg, at grønlendingar mugu halda fast, tí hetta er stórmál, ið er av stórum týdningi, sigur løgmaður Jóannes Eidesgaard.