Tá Kaj Leo Johannesen týsdagin í seinastu viku segði við Sosialin, at samtykti karmurin fyri útreiðslurnar á komandi fíggjarlóg møguliga má víðkast, settu limirnir í fíggjarnevndini knyklar í brýr. Og tá løgmaður í Degi og Viku tveir dagar seinni endurtók síni orð um, at hallið kann blíva størri enn tær 767 milliónirnar, sum uppskotið hjá Jóannes Eidesgaard ber boð um, kravdi fíggjarnevndin eina forkláring. Boð vóru send eftir Kaj Leo Johannesen, sum í gjár skuldi svara fyri sínum útsagnum frammanfyri sjey skeptiskum limum í figgjarnevndini.
Fíggjarnevndin vildi vita, um sparitiltøkini í tí sonevnda ólavsøkupakkanum eru slept? Um landsstýrið ikki kemur við teimum lógaruppskotunum, sum fíggjarlógaruppskotið hjá Eidesgaard tekur útgangsstøði í? Og um landsstýrið hevur slept ambitiónunum í ólavsøkupakkanum, hvør skal so finna alternativar sparingar? Landsstýrið? Ella løgtingið?
Løgmaður lovar
Kaj Leo Johannesen svaraði í fyrstu syftu, at man ikki skal ganga so høgt uppí, hvat fjølmiðlarnir siga og skriva. Men tá fíggjarnevndin vísti á hansara egnu orð í sjónvarpinum hóskvøldið og forlangaði eina greiðari forkláring, lovaði løgmaður høgt og heilagt, at landsstýrið skal koma við teimum uppskotunum, sum eru ásett í ólavsøkupakkanum, og sum framvegis ikki eru komin niðan í tingið. Og hann lovaði eisini, at samtykti karmurin fyri útreiðslurnar í 2010 framvegis er intaktur.
Fíggjarnevndarlimurin Torbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi vil hava lyftini hjá Kaj Leo Johannesen svart uppá hvítt og spyr í munnligum fyrispurningi í morgin, um samtykti rakstrarkarmurin skal halda, og hvør skal kompensera fyri mistar sparingar, um ymsu sparitiltøkini ikki vinna frama á tingi.
Vantrúgvin fíggjarnevnd
Kaj Leo tók við øðrum orðum frástøðu frá sínum orðingum um ein víðkaðan karm, og fíggjarnevndin fekk tað svarið, sum hon vildi hava. Enn mangla millum átta og tíggju uppskot frá landsstýrinum, áðrenn alt ólavsøkuuppskotið fyriliggur til politiska viðgerð í løgtinginum. Og sum vit eftirhondini hava skrivað nakrar ferðir á hesum síðum, so valdar stórur ivi um fleiri av uppskotunum orsakað av politiskum ósemjum í landsstýrinum.
Tann nógv umtalaða inntøkutrygdin til fiskimenn, sum sambært ólavsøkupakkanum skal strikast á fíggjarlógini og leggjast út á arbeiðsmarknaðin, hongur í einum klønum tráði. Hon kostaði landskassanum 42 milliónir í ár og fer sambært nýggjastu útrokningunum at kosta landskassanum 50 milliónir komandi ár. Nýggjastu ábendingarnar siga, at hon ikki verður klár at leggja út á arbeiðsmarknaðin fyrr enn 1. mars í 2010, men fíggjarnevndin kann bara budgettera við galdandi lóggávu og má seta 50 milliónir av, um lógin ikki er broytt áðrenn 1. januar. Pensjónsreformurin er heldur ikki liðugur, hóast hann sigst vera nærri eini loysn, og hann skal spara landskassanum 25 milliónir. Ivi er eisini um fleiri sparitiltøk á almannaøkinum. M.a. skulu 18 milliónir skarvast av vanligari forsorg, og samgongan hevur trupult við at finna útav, hvar inntrivini skulu gerast, uttan at forsíðurnar gerast ov ótespiligar.
Flokkarnir hava ymiskar raðfestingar. Eingin vil geva seg, áðrenn mótparturin eisini gevur seg. Og beint nú hevur samgongan trupult við at koma víðari.
Við øllum hesum ivamálunum ber fíggjarnevndin milt sagt ótta fyri, at manglandi uppskotini ikki koma ígjøgnum á tingi, áðrenn fíggjarlógin skal til aðru og triðju viðgerð mitt í desember. Og so er karmurin sprongdur og hallið væl størri enn tær 767 milliónirnar, sum uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum sigur.
Provisorisk fíggjarlóg
Einans tíðin má vísa, hvussu langt landsstýrið kemur við teimum lyftum, sum løgmaður í gjár bar fram á torg í nevndini, sum í seinasta enda skal snikka saman eina fíggjarlóg fyri 2010. Men óttin fyri enn eini provisoriskari fíggjarlóg við einum halli á yvir 900 milliónum hongur í luftini. Um landsstýrið ikki leverar, og um samgongan ikki verður samd um sparingarnar, so er tað upp til fíggjarnevndina at finna fram til, í hvønn mun spariknívurin skal takast fram.
Meirilutin í fíggjarnevndini vil hava samtykta karmin í ólavsøkuuppskotinum at halda. Men sum Torbjørn Jacobsen ramliga spyr, hvussu skal fíggjarnevndin so finna 200 milliónir í eini handavending, tá samgongan ikki fær sínar egnu samtyktir ígjøgnum?