Løgmaður: Stórur missur fyri samgonguna

Jóannes Eidesgaard sigur seg harmast, at Báður Nielsen tekur seg úr landsstýrinum. - Hinvegin er eg noyddur at virða avgerðina, sigur løgmaður - Sjálvt um orðatakið sigur, at maður kemur í mans stað, so harmar tað meg, at Báður Nielsen leggur frá sær. Hinvegin má eg sum løgmaður virða avgerð hansara og ynskja honum góða eydnu við nýggja starvinum

Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaðurigur. Hann heldur, at Bárður Nielsen hevur verið ein fongur fyri Landsstýrið og samgonguna, tí hann er sera dugnaligur og samvitskufullur.

- At privata vinnulívið nú er eftir honum, prógvar hansara evnir, sigur Jóannes Eidesgaard.

Løgmaður ætlar sær ikki at leggja út í, hvør eftirmaðurin verður.

- Eg havi fult álit á, at Sambandsflokkurin finnur rætta persónin, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hevur tú sett nøkur krøv til, hvør tað skal vera?

- Nei, tað havi eg ikki. Leiðslan í flokkinum veit, hvat skal til, sigur løgmaður.

Tað vistu leiðslan eftir øllum at døma ikki fyri góðum trimum árum síðani, tá Jóhan Dahl varð settur sum fiskimálaráðharri, og tú longu 20 dagar seinni koyrdi hann úr starvi. Um flokkurin nú skjýtur hann upp sum eftirmann hjá Bárði Nielsen, hvat sigur tú so?

- Eg fari ikki at viðgera eitt uppskot, sum ikki er eitt uppskot, sigur Jóannes Eidesgaard.

Fert tú at góðtaka Jóhan Dahl sum landsstýrismann?

- Sum áðurnevnt kann eg ikki fyrihalda meg til eitt uppskot, sum er har.

Hvussu nógvar dagar fær Sambandsflokkurin til at finna eftirmannin?

- Eg kann ikki áseta nakað dagatal, men eg gangi út frá, at flokkurin rættiliga skjótt finnur út av hesum.

Væntar tú at fáa eitt navn í dag?

- Nei, men rættiliga skjótt, sigur Jóannes Eidesgaard, sum í løtuni er staddur í London.