-Tað eru ongar ætlanir um at umganga lógir og reglur millum Føroyar og Danmark. Arbeitt verður eftir galdandi reglum.
Tað svaraði Aksel V. Johannesen, løgmaður, uppá spurningin frá Jógvan á Lakjuni.
Bill Justinussen, Miðflokkurin, segði, at málið um broytingarnar í hjúnabandslógini als ikki er endaliga avgreitt frá Løgtinginum.
-Tað eigur at koma fyri tingið aftur, segði Bill Justinussen.
Talan er um broytingar í hjúnabandslógini, sum fyrst mugu broytast í Danmark, áðrenn broytingarnar endaliga kunnu staðfestast í Løgtinginum.
Bæði Jenis av Rana og Bill Justinussen, Miðflokkurin, undrast ikki yvir, at samgongan roynir at sleppa undan at fara aftur í tingið við málinum.
-Tað sæst væl, at hendan samgongan ræðist at koma aftur í tingið við málinum, segði Jenis av Rana.
Eisini Jørgin Niclassen, Fólkaflokkurin, helt, at samgongan roynir alt hon kann fyri at sleppa undan at koma í Løgtingið við politiskum málum.
-Tað er ófrættakent, segði hann.










