Løgmaður skilir framvegis ikki Alfred

- Í politisku skipanini kann eingin sæta sær sjálvum, sigur Jóannes Eidesgaard, og tí er ætlanin at hava fund í samgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard um málið um Alfred Olsen

POLITIKKUR

 
 
Jóannes Eidesgaard. løgmaður og samgonguleiðari, sigur at hann hevur tosað við Kaj Leo Johannesen um støðuna hjá Alfred Olsen. Hann kallar hetta ein trupulleika fyri samgonguna og at hetta kann vera trupult at skilja.
- Nú manglar bara, at hann sigur, at hann er í samgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard um Alfred Olsen.
Løgmaður heldur, at hóast Alfred Olsen reelt ikki er farin úr samgonguni, so er hon viknað.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at positiónin sum formaður í Rættarnevndini, ið Alfred Olsen hevur í løtuni, er høgt í metum, og at hesa hevur Sambandsflokkurin fingið frá samgonguni, og Sambandsflokkurin hevur givið hana víðari til Alfred Olsen.
- Í politisku skipanini kann eingin sæta sær sjálvum, sigur Jóannes Eidesgaard, og tí er ætlanin at hava fund í samgonguni innan tingfundin 23. januar.
- Men kanska vit ein fund áðrenn, og tá er nátúrligt at umrøða hetta.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hann sum samgonguleiðari ikki kann ignorera, at Alfred Olsen hevur sagt seg úr samgonguni, og at hann tí vil fáa hann inn aftur í hitan, sum hann málber seg.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Flokshugsjónin kann detta burtur
 
Spurdur, um tað er neyðugt í føroyskum politikki, at flokkarnir melda út, hvat teir standa á tí moralsku ásini í føroyskum politikki.
- Eg dugi at skilja trupulleikan, men tað verður trupult, tí so dettur flokshugsjónin burtur, sigur løgmaður.
Hann sigur, at neyvar floksmeldingar kunnu vera neyðugar, men at neyðugt er eisini við tolsemi innanfloks, so limirnir standa frítt í sokallaðum etiskum málum.
- Men vit skylda veljarunum at siga, hvar flokkurin alment stendur offisielt, sigur Jóannes Eidesgaard, og leggur afturat, at so kunnu ávísir limir í flokkinum hava eina aðra støðu.
- Hyggur man sosialdemokratiskt, var tað mín linja, flokkurin meldaði út. Men vit hava eisini virt hinar, sum ikki meintu hetta, og tað er eisini sosialdemokratiskt, sigur Jóannes Eidesgaard.