Løgmaður skal taka seg saman

Nýggjársrøðan hevur ongan boðskap og boðar frá einum løgmanni í stórum politiskum trupulleikum, ið flýtur í ongamannalandi, sigur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins.

Sum á hvørjum ári, var nýggjársrøða løgmans varpað út til allar føroyingar nýggjársaftan. Hetta var triðja árið á rað, at Jóannes Eidesgaard flutti fram nýggjársrøðu, og sum vant hava vit biðið andstøðuna gera viðmerkingar til røðuna. Tíverri fingu vit ikki orð á Jenis av Rana, formann Miðfloksins, áðrenn blaðið fór til prentingar.

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, sigur við Sosialin, at nýggjársrøðan endurspeglar ein løgmann við stórum trupulleikum.
- Røðan hjá løgmanni átti at litið aftur um bak og at stungið út í kortið leiðina komandi árið. Men her var als ongin boðskapur ella visjón at hóma, sigur Høgni Hoydal. Og hann vísir á, at løgmaður leggur flott út við at nevna Nobelheiðurslønina og samhaldsfasti, men at hongur als ikki saman við heimliga politikkin.
- Her á landi myndar samhaldsfesti ikki politikkin í løtuni, nú skattalætti verður latin teimum múgvandi, fiskiflotin enn er á nøkrum fáum hondum og at vit enn taka undir við krígnum í Irak. Tí er røðan eitt prógv um, at løgmaður er í stórum politiskum trupulleikum, og at hann er í einum politiskum ongamannalandi, har hann ikki torir at provokera nakran, hvørji samgongu ella andstøðu. So eg haldi, at løgmaður skal taka seg saman nú, sigur Høgni Hoydal við Sosialin.

Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins, heldur at løgmaður savnar seg ov nógv um útlandið og ov lítið um heimligu viðurskiftini í nýggjársrøðuni
Sum heild sigur Kári P. Højgaard, at hann saknaði heimliga íkastið í røðu løgmans nýggjársaftan.
- Røðan var væl framborin og inngangurin við Nobelvinnarunum er vakur. Men, um vit sálda uttanríkispolitiska partin og partin um 266b frá, so er lítið ítøkiligt at hóma í røðuni, sigur Kári P. Højgaard, sum heldur at løgmaður í størri mun átti at savnað seg um innlendis viðurskiftini.
- Eg saknaði, at hann kom við onkrum meira ítøkiligum um samfelagið í dag. Og so undraði tað meg, at løgmaður ikki nevndi flogvanlukkuna í Stord, sum sjálvur norski forsætisráðharrin Stoltenberg nevndi í røðu sínari til norsku tjóðina á nýggjárinum.