Løgmaður skal langa nevan í borðið

   

Rúna Sivertsen
????????????

Líka mikið, hvørja støðu vit hava til fosturtøku, so eiga vit ikki at lata danir sleppa at leggja seg út í føroysk viðurskifti.
Tiga vit nú og lata danir óátalaðir blanda seg upp í, hvussu vit lóggeva her á landi, so fer tað at fáa álvarsligar fylgjur fyri Føroyar.
At danskir politikarar gjøgnum felagsskapir leggja seg út í okkara viðurskifti er óhugnaligt! Hvat verður tað næsta, sum onkur tilvildarligur útlendskur politikari fer at leggja seg út í?
Vit hava fyrr verið úti fyri ágangi frá útlendskum felagsskapum, eitt nú Greenpeace móti grindadrápi. Tá hava vit sanniliga talað at, og frá politiskari síðu vart okkum og sagt frá, bæði hart og týðiliga.
Tigur løgmaður nú, so merkir tað, at tað frá før-oyskari síðu verður góð-tikið, at útlendingar gera seg inn á okkum og sleppa at stýra í Føroyum.
Hetta er prinsipielt og snýr seg ikki um fosturtøku, og tí eigur løgmaður beinanvegin harðliga at átala hetta yvir fyri donsku stjórnini.