Kaj Leo Johannesen, løgmaður, tekur undir við næstan øllum uppskotunum, sum vórðu samtykt í løgtinginum fríggjadagin og leygarnáttina. Hann vísir á, at skjøtul er settur á eina broytingartíð, har blokerandi minnilutarnir ikki kunnu hóreiggja sær, sum teimum lystir.
- Nýggja politiska støðan við eini minnilutastjórn gevur nýggjar møguleikar fyri politiskum semjum og møguleikar at fáa mál í gjøgnum, sum áður hava verið blokerað av minnilutum í Løgtinginum. Vit hava nú sett skjøtil á eina broytingartíð í føroyskum politikki. Einstakir tinglimir kunnu ikki longur blokera mál og hóreiggja sær, sum teimum lystir.
Tað sigur løgmaður í viðmerking, sum hann hevur sent Sosialinum og sum verður prentað í Sosialinum í morgin.
- Fólk eru troytt av, at minnilutar seta alt í veð - bæði samgongu og flokk - fyri at steðga málum, tey ikki persónliga kunnu taka undir við. Hetta hevur verið til stóran ampa fyri politiska arbeiðið og tarnað neyðugum reformum og broytingum í okkara samfelag. Tað er ikki sørt, at teir sokallaðu ?blokerandi? minnilutarnir í Løgtinginum hava hug at ressast við, nú teir merkja, at politiska gongdin gongur teimum ímóti. Tosað verður um óskil í Løgtinginum seinasta dagin, áðrenn Løgtingið skuldi í summarfrí. Ført verður eisini fram, at stórur partur av uppskotunum, sum vóru samtykt, eru í andsøgn til politikkin hjá samgonguni og landsstýrinum.
Tó hevur seinasti tingfundur, alt sum eg veit um, verið merktur av spenningi og hørðum kjaki. So her er einki nýtt undir sólini. Somuleiðis taki eg undir við mestsum øllum uppskotunum, sum vóru samtykt, sigur løgmaður, sum í grein í Sosialinum í morign viðger nøkur av uppskotunum, sum vórðu samtykt seinasta tingdagin.
Lesið greinina hjá løgmanni VIÐ AT TRÝSTA HER