Løgmaður setir treytir fyri yvirtøkuni av fólkakirkjuni

? Løgmaður hevur nú givið Mentamálaráðnum greið boð um at orðini í samgonguskjalinum um yvirtøkuna av krikjuni skulu haldast, so allir partar vera við í arbeiðnum

Fólkakirkjan

Nú arbeitt verður við at yvirtaka fólkakirkjuna, skulu allir partar takast við upp í arbeiðið.
Tað ætlar Løgmaður sær at syrgja fyri.
Sum tað sæst í greinini omanfyri, heldur Hans J. Joensen, Bispur, at ongin broyting er hend í framferðini hjá landsstýrinum eftir at kirkjan varð útihýst frá arbeiðnum at yvirtaka fólkakirkjuna.
Men í nýggja samgonguskjalinum stendur, at kirkjan skal yvirtakast í samstarvi við allar partar í kirkjuni.
Men kortini var fundur við donsk embætisfólk síðst í juni, har samráðingar um yvirtøku halda fram uttan at tey, sum arbeiða í føroysku kirkjuni enn hava frætt eitt orð úr Landssýrinum.
Men hetta ætlar Løgmaður ikki at lata sær lynda.
? Eftir fundin í Keypmannahavn havi eg givið Petur Petersen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum greið boð um, at orðini í samgonguskjalinum skulu fylgjast.
? Tað merkir, at tað, sum víðari fer at henda í hesum máli, skal vera í neyvum samstarvi við allar partar í kirkjuni.
Løgmaður sigur, at hann fer at syrgja fyri, at samgonguskjalið verður hildið á hesum øki og hann fer eisini at fylgja við gongdini í málinum, so at tað samgonguskjalið veruliga verður hildið.
? Áðrenn fleiri samráðingar verða ímillum føroyingar og danir um yvirtøku av fólkakirkjuni, fari eg at syrgja fyri, at allir partar verða tiknir við, soleiðis sum samgonguskjalið leggur upp til.
Hann sigur, at orðini í samgonguskjalinum skulu skiljast so, at allir partar í kirkjuni skulu vera við í sjálvari yvirtøku-tilgongdini og vera við til at ávirka sjálvt arbeiði at yvirtaka kirkjuna.
?Hetta skal ikki skijast soleiðis, at kirkjan skal yvirtakast og at partarnir í kirkjuni aftaná skulu kunnast um gongdina. Teir skulu alla vera við í arbeiðnum.
Anfinn Kallsberg sigur, at hann hevur eisini givið dómpróstinum tað lyfti, at orðini í samgonguskjalinum verða hildin, so at partarnir í kirkjuni verða tiknir við í arbeiðið at yvirtaka kirkjuna.
? Tað er ógvuliga umráðandi fyri meg, at allir partar í fólkakirkjuni vera við, so at yvirtøkan kann fara fram í neyvum samstarvi við allar partar í fólkakirkjuni, sigur Anfinn Kallsberg.