Løgmaður setir altjóða fiskivinnustevnuna

Borgarstjórin í vertskommununi, Heðin Mortensen, hevur lovað, at Havnin rættiliga fer at spenna seg út stevnudagarnar, so gestirnir fáa nakrar góðar og minniligar dagar í høvuðsstaðnum

NAFF

Eins og undanfarnu stevnur, verður tað aftur hesaferð løgmaður, ið setir North Atlantic Fish Fair, sum verður í høvuðsstaðnum í døgunum, 3.-5. mai.
Men tað er ikki bara Jóannes Ejdesgaard, løgmaður, sum ger seg út til hesa hátíðarløtu, tá ið tann triðja NAFF-stevnan í røðini skal setast.

Stevnudámur
Borgarstjórin í høvuðstaðarkommununi, Heðin Mortensen, ger seg eisini út til at taka ímóti mongu gestunum.
Í samrøðu við Faroe Islands Business News og í Vinnuvitan hevur borgarstjórin sagt, at Havnin fer at spenna seg rættiliga út, soleiðis at allir gestirnir ? bæði føroyingar og útlendingar ? skulu merkja, at stevna er í høvuðsstaðnum.

Høvuðssponsorar
Stigtakararnir til North Atlantic Fish Fair siga, at fýra høvðssponsorar standa aftanfyri fiskivinnustevnuna hesaferð.
Umframt Tórshavnar kommunu, eru høvuðssponsorarnir Skipafelag Føroya, Atlantic Airways og Føroya Banki.