Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur sent íslendska forsætisráðharranum samhugabræv, nú fíggjarkreppa herjar Ísland Í samhugaskrivinum skrivar løgmaður:
-Í Føroyum fylgja vit væl við, hvat fer fram í Íslandi. Sum tjóð standa tit okkum nær. Vit gleðast saman við tykkum, tá tað gongur væl og hava samhuga, tá tað gongur illa.
-Tað harmar okkum almikið at fylgja gongdini hjá tykkum, nú alheimsfíggjarkreppan leikar hart á. Tit hava áður víst, at tit megna at vinna á trupulleikum, sum tjóðin hevur verið fyri. Vit vita, at styrkin í fólkinum er stór, og eru sannførd um, at tit megna at vinna á støðuni. Tit skulu vita, at vit altíð eru til reiðar at rætta eina vinarhond.
Føroya landsstýri sendir íslendsku tjóðini bestu ynskir um ljósari tíðir, skrivar Kaj Leo Johannesen í brævinum til Geir H. Haarde.