Løgmaður sent póllendingum samhugaskriv

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur sent polsku stjórnini og polska fólkinum samhugaskriv í sambandi við flogvanlukkuna í morgun. Í skrivinum sigur løgmaður:

-Tað er við stórari sorg, at eg fekk boðini um, at so nógv fólk hava latið lív í flogvanlukkuni. Millum tey sum lótu lív var pólski presidenturin, Lech Kaczynski, saman við fleiri framstandandi politikarum og embætisfólkum.

-Eg havi djúpastu samkenslu við teimum avvarðandi og pólska fólkinum. Hetta er ein stórur sorgardagur í Póllandi, skrivar løgmaður í samhugaskrivinum.