Eingin greið niðurstøða spurdist burtur úr fundinum millum løgmann og tingbólkin hjá Konservativa Fólkaflokkinum í Danmark, sum endaði um hálvgumfýratíðina í gjár.
Hesin fundurin er tann fyrsti, ið skal fáa danskar politikarar at skilja fullveldisætlan landsstýrissins.
Anfinn Kallsberg skal áðrenn næsta samráðingarfundin fyrst í mai tosa við allar danskar flokkar um støðuna.
Løgmaður gjørdi á fundinum nógv burtur úr at greiða Bent Bentsen, formanni, frá ætlanini, men Bent Bentsen stendur fast við síni sjónarmið um, at best er hjá føroyingum at verða verðandi í ríkisfelagsskapinum.
Tað tykist torført at fáa danskar politikarar at gera nakrar serligar viðmerkingar til gongdina í fullveldismálinum júst nú, hóast teir seinastu dagarnar hava verið rættuliga bersøgnir.
Vit hoyra meira um málið í blaðnum í morgin