Løgmaður samdur við FAG

- Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í skrivi til mín víst á, at øll vinnumál eiga at verða savnað undir sama stjórnarráð. Hetta er eitt skilagott sjónarmið, sum eg taki undir við, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) hevur sent løgmanni skriv, har felagið kemur við sínum sjónarmiðum um, hvussu landsfyrisitingin eftir teirra tykki eigur at verða skipað á vinnuøkinum.

Í viðmerkingum til skrivið hjá FAG, sigur løgmaður, at landsfyristingin skal umskipast og betrast.

- Talið av stjórnarráðum skal skerjast, og tí verða stjórnarráð løgd saman og málsøki flutt. Hesum havi eg fyrr boðað frá, og hetta er eisini partur av uppskoti um játtanarkarm fyri fíggjarárið 2012.

Løgmaður heldur tað hava stóran týdning, at umskipingin av landsfyristingini verður so skynsom og væl grundað sum møguligt.

- Ein landsfyrisiting við seks stjórnarráðum er eftir mínum tykki hóskandi, og breið politisk undirtøka er fyri at lækka talið av ráðum, leggur hann aftrat.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í skrivi til løgmann víst á, at øll vinnumál eiga at verða savnað undir sama stjórnarráð.

- Hetta er eitt skilagott sjónarmið, sum eg taki undir við. Tað skynsamasta er at skipa vinnumál undir sama stjórnarráð, sigur løgmaður, Kaj Leo Johannesen.